Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Ment í Føroyum til
føroyska marknaðin

Nema Tíð heldur m.a. skil á:

Starvsfólk kunnu skráseta sína tíð við:

  • Fartelefon umvegis app
  • Teldli við ella uttan 4G
  • Vanligari teldu
  • Serteldu við fingraskíggja, ið tolir vatn, skitt og salt
  • Web-síðu umvegis browsara
  • Excel

Við Nema Tíð ber til hjá fyritøkum og stovnum at halda skil á arbeiðstíðini hjá starvsfólki, bæði tímaløntum og fastløntum. Skipanin er føroyskt ment og tískil skræddaraseymað til føroyska marknaðin.

Feriu- og flexstýring

Ofta er tað ein avbjóðing hjá fyritøkum og stovnum at halda skil á feriudøgum og avspákingarsaldo hjá starvsfólkum. Men við Nema Tíð er skjótt og lætt at halda stýr á hesum, tí tá ið allir arbeiðstímar, feriudagar og avspákingardagar verða skrásettir, heldur skipanin sjálv skil á, hvussu nógvir feriudagar eru eftir, og um starvsfólk eiga avspáking til góðar.

App/web-stempling

Við App/Web modulinum ber til at stempla sína tíð umvegis fartelefon ella web-browsara, óansæð hvar starvsfólk eru. Til ber at nýta øll sløg av fartelefonum, bæði Andoid, iOS og Windows. Eisini ber til at nýta ymiskar browsarar til web-stempling.

Business Intelligence

Flestu kundar kenna væl Excel, ið er eitt gott og fleksibult amboð til at rokna út og síggja ymisk hagtøl. Vit hava tí knýtt Nema Tíð at Excel, har kundar, umvegis eina sergjørda Pivot tabel (BI), hava sera góðar og fleksiblar møguleikar fyri at taka viðkomandi hagtøl út.

Stempla á sakir

Hjá fleiri kundum kann fakturering av tímum vera ein stór avbjóðing. Tí tað er so skjótt at gloyma, hvør gjørdi hvat og nær, samstundis sum nógv eyka arbeiði er at skráseta tímar manuelt í eina bókhaldsskipan. Við Nema Tíð kann hetta gerast nógv lættari og rættari við at skráseta tímar beinleiðis á sakir í Lundanum (til ber eisini at arbeiða saman við Navision).

Tá ein sak er stovnað í bókhaldinum, verður hon sjónlig í Nema Tíð, og til ber at skráseta tímar beinleiðis á sakina. Tá ein leiðari hevur góðkent tímarnar, verða teir fluttir inn á sakina í bókhaldinum og eru klárir at útfakturera.

Oilwind

Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva gott yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

KSS

Vit brúka Lundan, Løn og Tíð frá Nema, og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema, og tað eru vit sera væl nøgd við. Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosa við. Frimodt Rasmussen, stjóriKSS

Vilt tú vita meira?

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi

Heildarloysn til alla umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.

Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.