Nema Vátta
Nema Vátta ger tað einfalt og skjótt at vátta tínar fakturar á netinum. Tú fært atgongd til eina snilda loysn, ið gevur tær greitt yvirlit yvir alt váttanararbeiði og allar mannagongdir á ein tryggan hátt.

Uttan pappír, teldupostar
og ringbind
Kanningar vísa, at tað kostar fyritøkum millum 150 og 500 krónur at avgreiða ein faktura. Nema Vátta ger tað skjótt og einfalt at heinta, góðkenna og bóka tínar fakturar fyri ein brotpart av hesum metingum – uttan pappír, teldupostar og ringbind. Av tí at skipanin er á netinum, verður einki skjal mist burtur, og tað er skjótt at síggja, hvør váttanarstøðan er á hvørjum einstøkum skjali.

Fyrimunir
- Ómakaleyst at innlesa fakturar og áseta, hvør skal vátta á netinum.
- Sjálvvirkandi váttanarmannagongdir og knýti til bókhaldsskipan.
- Talgild skipan, sum avloysir manuelt arbeiði og pappír.
- Trygg loysn, ið ger trygdaravrit av øllum skjølum, hevur góða brúkarastýring og minkar um vandan fyri váttanarfeilum.
- Einfalt snið, ið ger tað skjótt at koma í gongd, er einfalt at nýta og gevur eitt gott yvirlit.

Væl nøgdir kundar

Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr. Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at: Framleiða lýsingar til sosialar miðlar. Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr. Hugskotsmenning og átøk At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum. Um teg Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum Tú dugir væl at skriva og samskifta Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur Tú hevur hug at læra Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum Løn eftir avtalu. Nema Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo Umsóknir Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi. Søk starvið her

Kvøldartilboð frá Effo á 2 fyri 1
Effo hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Her kunnu vit nevna Effo kaffi, Effo kakao og ikki minst Effo bilvask. Nú víðkar Effo um úrvalið við tveimum tilboðum, og nú ber til at fáa 2 fyri 1 Franskan Hotdog og 2 fyri 1 stóran Kramarís frá Effo. Franskur Hotdog Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein Franskan Hotdog í Effo og fáa ein ókeypis. Summarfrítíðin nærkast, og tað merkir fyri fleiri, at vit eru longri uppi um kvøldarnar og tá kann svongdin gera um seg. Vit kenna tað øll – tú ert troytt/ur, blóðsukrið er lágt og tað eru longu nakrir tímar síðan, at tú sat við døgurðaborðið. Men tú hevur enn hug til okkurt lekkurt og hetta kann 2 fyri 1 appin hjálpa tær við. Nú kanst tú bjóða einum, ið tú ert góð/ur við ein Franskan Hotdog. Ella tú kann eta báðar sjálv/ur. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Stórur Kramarísur Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein stóran Kramarís í Effo og fáa ein ókeypis. Spyrt tú “Skulu vit ikki fáa okkum ein ís?” So sigur eingin nei. Og nú verður tað dupult so bíligt fyri tann, ið spyr. Við 2 fyri 1 appini fært tú nemliga tveir stórar kramarísar fyri prísin av einum. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Afturlatingartíðir hjá Effo Støðunum Nýggju tilboðini eru galdandi hvørt kvøld frá kl 21.00 og til støðin letur aftur. Gundadalur – Opið alt samdøgnið. (tilboðið galdandi til kl 06.00) Argir – Kl. 23.00 Kollafjørður – Kl. 23.00 Klaksvík – Kl. 23.00 Skálafjørður – Kl. 22.00 Saltangará – Kl. 23.00 Vágur – Kl. 23.00 Effo støðirnar í Leirvík og á Strondum eru ikki umfataðar av tilboðnum. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Umhvørvisvika í Vestmanna
Í samband við Umhvørvisvikuna í Vestmanna kommunu ynskja vit í Nema at leggja dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið – og stuðlar einum burðardyggum samfelagi. Tí fara vit at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni frá 14.00 – 17.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna leygardagin 14. juni í vanligu upplatingartíðunum 14.00-17.00 og burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna eitt Space Q45 headset við noise cancelling, virði 1499 kr. Øll tey, ið burturbeina teirra elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran leygardagin 14. juni kl 17.00.

Tíðindabræv – mai
Telavox Vekslaraloysnin frá Nema Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar. Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv. Fyrimunir við Telavox Ringiregla: Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar. Smidlig uppsetan: Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt Fjølbroytt nýtsla: Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon Samvirkandi við aðrar Nema skipanir: Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox Flytført millum tól: Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri Løtt umsiting: Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika Fjølbroytt samskiftismøguleikar: Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt Bíðirøð við boðum: Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur Hagtøl og frágreiðingar: Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna Ynskir tú at hoyra meir um Telavox? Telavox gevur tykkara fyritøku eina nútímans og smidliga loysn, ið kann vaksa saman við fyritøkuni og tillaga seg tykkara tørv. Nema starv Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost. Dagføringar av Nema starv Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari. Nýtt í Nema Starv Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini. Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til. Betrað og endurskoðað Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið Nýtt snið og litir Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur Starvsaldur teljari, er betraður Les meira um Nema Starv Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema
Vilt tú vita meira?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Heildarloysn til alla umsiting
Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.
Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.