Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Ment í Føroyum til
føroyska marknaðin

Nema Bókhald er ein bókhaldsskipan, sum er ment av føroyingum til føroyska marknaðin. Skipanin verður nýtt av fleiri enn 200 fyritøkum í Føroyum og verður áhaldandi ment, so at hon altíð er tíðarhóskandi.

Nema Bókhald er ein smidlig bókhaldsskipan, sum kann lagast eftir tørvinum hjá fyritøkuni. Skipanin hevur fleiri hentleikar og møguleikar, og kann víðkast, so hvørt tørvurin hjá fyritøkuni broytist.

Ein av stóru fyrimununum við Nema Bókhald er, at skipanin kann knýtast saman við øðrum Nema-skipanum. Tá kunnu upplýsingar flytast millum skipanirnar, so tit sleppa undan at skráseta somu upplýsingar fleiri ferðir. Tað sparir tíð, minkar um manuelt arbeiði og gevur eitt betri yvirlit í gerandisdegnum.

Tíðarhóskandi og trygt

Vit vita, at skipanir sum hendan eru undir støðugari menning. Tí víðarimenna vit skipanina áhaldandi, so at hon altíð er tíðarhóskandi. Vit bjóða eisini hýsing av skipanini hjá okkum, so at allar upplýsingar verða goymdar trygt hjá okkum.

Sakir
Viðheft skjøl
Dimensiónir
Talgildir fakturar (oioxml)
Kassaskipan
Roknskapur
App til vøruteljing
Tolling
Endurtøkuordrar
Netbanka integratión
Keypsordrar og goymslustýring

Vilt tú vita meira?

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi

Heildarloysn til alla umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.

Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.