Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Kt-trygd og tænastur

Lat okkum hjálpa tykkum við at røkja tykkara KT-virksemi og trygd, uttan avbrot.
Vit hava servitan og royndir á flest øllum virkisøkjum. Einki er ov lítið ella ov stórt.
Okkara fólk standa til reiðar at veita tykkum eina smidliga loysn, ið er snikkað júst til tykkara tørv.

Vit hava neyðugar góðkenningar, so sum ISAE 3402 fyri hýsingartænastur, ISAE 3000 fyri kunningartrygd og dátuvernd, umframt góðar samtarvsfelagar (sí niðanfyri).

Kanna tína
KT-trygd

Sum nakað nýtt, so bjóða vit nú KT-trygdarkanning, ið skjótt kann lýsa tykkara trygdarstøðu og eftirfylgjandi koma við tilmælum um hvussu tit kunnu gerast tryg.

KT-infrakervi

Hýsing

Vit bjóða brúkaravinarliga hýsing í føroyskum umhvørvi, sum er lagað eftir tínum ynski og tørvi.

So sum:

  • Virkishýsing
  • Applikatiónshýsing
  • Telduposthýsing
  • Nema Desk, skriviborð á netinum
  • Nema-skipanir
Rakstur

Vit hava netumsitarar við drúgvum KT-royndum, ið hava viðkomandi útbúgving og førleika til at avgreiða KT-infrasktruktur.

Vit kunnu átaka okkum heilt ella partvís at reka KT eftir tínum tørvi. Hetta fevnir m.a. um:

  • Net
  • Trygd
  • Klientar
  • Print/kopi
  • Servararúm
  • 24/7 tænastu
  • Dagliga eftiransan við skjótari svartíð

 

Uppsetan og trygd av tínum dátum

Vit hjálpa okkara kundum at hava ein effektivan KT-infrastruktur við at skapa samanhang og virði millum allar datasentur-eindir.

Vit levera alt frá einstøkum lutum til at seta spildurnýggj datasentur í verk. Hetta inniber m.a.:

  • Tryggja øll tíni data og forrit
  • Off-site backup til egið føroyskt datasentur, her vit kunnu tryggja tíni data
  • Skjótt og ómakaleyst Disaster Recovery
  • Ráðgeving við at víðka, skifta út ella keypa nýggja útgerð og loysnir
  • Útgerð og skipanir til at reka net og trygd
Tægan

Vit hava góðkenda útgerð at fyribeina tínar dátur.

Prísir og GDPR mannagongdir

Um tykkum tørvar eina kvittan, vera tit biðin um at hava ein fullfíggjaðan lista við seriutølum. Kvittanin verður nýtt í GDPR høpi.

Startgjald, íroknað 1 eind: 480,-

2-10 eindir: 270,- pr. eind.

11-49 eindir: 215,-

50-99 eindir: 135,-

Tænastu- og supportsáttmáli

Við tænastu- og supportsáttmála frá Nema tryggja tit tykkum fasta
góða tænastu til ein fastan prís. Ring til okkum í dag og fá meira at vita.

KT-trygd

Í dag seta kundar og lógarverk nógv krøv til viðgerð av persónsupplýsingum. Alsamt fleiri persónsupplýsingar verða skrásettir hjá ymiskum veitarum, bæði her á landi og uttanlands. Hetta økir um vandan fyri álopum, har ið viðkomandi upplýsingar kunnu enda í hondunum á óviðkomandi teldusníkum.

Fyri at økja um trygdina á tínum arbeiðsplássi veita vit tí hesar tænastur

Viðkomandi tænastur
Váðagreining

Tað er alneyðugt at vísa á, hvar ið váðar eru, fyri at kunna fyribyrgja og seta tiltøk í verk.

Trygdarskoðan

Vit hyggja ígjøgnum tær mannagongdir og reglur, ið eru, vera fylgdar.

Starvsfólk og awareness

Flestu álop og feilir kunnu sleppast undan, um alt fer rætt fram. Tí er tað sera týdningarmikið, at øll starvsfólk eru kunnað um tær mest vanligu fellurnar.

KT-trygdarpolitikkur

Neyðugt er at áseta nøkur mál, ið hóska seg til títt virksemi, við at áseta ein góðan trygdarpolitik.

Eftirlitsskipan

Fyri at tryggja áhaldandi menning og viðlíkahald av KT-trygdini er neyðugt við jøvnum innanhýsis eftirlitum.

Dátuverndar avtalur

Tekstur um góðkenningar, avtalur, dátuvernd og tænastur

Leinkjur:

KT-virksemi og trygd, uttan avbrot

Vit hjálpa tykkum við at røkja tykkara KT-virksemi og trygd, uttan avbrot.

Okkara starvsfólk hava servitanina innan hesi øki og eru til reiðar at bjóða tykkum bestu loysnirnar.
Talan er um bæði hardware, software, rakstur, hýsing, trygd og tær mannagongdirnar, ið skapa eitt trygt KT-kervi.