Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða
Væl afturkomin

Beyglan, frá Kafé Kaspar er aftur á 2 fyri 1 appini

Nema Útlond

Minst til at tendra, tá tú fert at ferðast.

Ómakaleys og trygg tænasta, har tit sjálvi hava ræðið á nýstlu og samanseting av haldum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur

Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum.  Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur

Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Prísbroytingar í talutíðarhaldum

1. oktobur 2025 koma prísbroytingar í talutíðarhaldum í gildi. Tú kanst síggja verandi og dagførdu prísirnar niðanfyri. Hesar prísbroytingarnar eru viðkomandi fyri teg, ið nýtir talutíð. Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur kunnu fáa fatur á tær. Prísirnir at ringja og SMSa til Onnur lond er óbroyttur. Les meira um talutíð her Onnur tíðindi

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur

Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir

STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna

Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Evropa+ pakkanum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Evropa+ pakkunum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi

Marknaðarfólk til Nema

Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn.  Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr. Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at: Framleiða lýsingar til sosialar miðlar.  Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr.  Hugskotsmenning og átøk At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum. Um teg Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum  Tú dugir væl at skriva og samskifta Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur  Tú hevur hug at læra Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi  Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum  Løn eftir avtalu.  Nema Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins.   Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo  Umsóknir Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi.  Søk starvið her

Effo bjóðar kvøldartilboð hvørt kvøld

Effo hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Her kunnu vit nevna Effo kaffi, Effo kakao og ikki minst Effo bilvask. Nú víðkar Effo um úrvalið við tveimum tilboðum, og nú ber til at fáa 2 fyri 1 Franskan Hotdog og 2 fyri 1 stóran Kramarís frá Effo. Franskur Hotdog Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein Franskan Hotdog í Effo og fáa ein ókeypis. Summarfrítíðin nærkast, og tað merkir fyri fleiri, at vit eru longri uppi um kvøldarnar og tá kann svongdin gera um seg. Vit kenna tað øll – tú ert troytt/ur, blóðsukrið er lágt og tað eru longu nakrir tímar síðan, at tú sat við døgurðaborðið. Men tú hevur enn hug til okkurt lekkurt og hetta kann 2 fyri 1 appin hjálpa tær við. Nú kanst tú bjóða einum, ið tú ert góð/ur við ein Franskan Hotdog. Ella tú kann eta báðar sjálv/ur. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Stórur Kramarísur Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein stóran Kramarís í Effo og fáa ein ókeypis. Spyrt tú “Skulu vit ikki fáa okkum ein ís?” So sigur eingin nei. Og nú verður tað dupult so bíligt fyri tann, ið spyr. Við 2 fyri 1 appini fært tú nemliga tveir stórar kramarísar fyri prísin av einum. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Afturlatingartíðir hjá Effo Støðunum Nýggju tilboðini eru galdandi hvørt kvøld frá kl 21.00 og til støðin letur aftur. Gundadalur – Opið alt samdøgnið. (tilboðið galdandi til kl 06.00) Argir – Kl. 23.00 Kollafjørður – Kl. 23.00 Klaksvík – Kl. 23.00 Skálafjørður – Kl. 22.00 Saltangará – Kl. 23.00 Vágur – Kl. 23.00 Effo støðirnar í Leirvík og á Strondum eru ikki umfataðar av tilboðnum. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Umhvørvisvika í Vestmanna

Í samband við Umhvørvisvikuna í Vestmanna kommunu ynskja vit í Nema at leggja dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið – og stuðlar einum burðardyggum samfelagi. Tí fara vit at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni frá 14.00 – 17.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna leygardagin 14. juni í vanligu upplatingartíðunum 14.00-17.00 og burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna eitt Space Q45 headset við noise cancelling, virði 1499 kr. Øll tey, ið burturbeina teirra elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran leygardagin 14. juni kl 17.00.