Vit dagføra okkara undirstøðukervi týsmorgunin 10. november 2026 millum kl. 01.00 og 06.00. Í hesum tíðarskeiðnum kunnu tvey til fýra styttri avbrot koma fyri á mobildata, farnetinum og breiðbandstænastunum hjá okkum. Tú kanst tó framvegis ringja og senda SMS-boð sum vanligt. Vit takka fyri tolsemið.

Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Knatt

Knatt er ein skipan, sum gevur skjótt yvirlit yvir, hvar akfør og amboð eru stødd. Hetta kann hjálpa við at spara tíð og at fáa sum mest burtur úr bilum, skipum, amboðum og øðrum. Um tú hevur tvey ella 200 akfør, so eru fyrimunirnir við Knatt teir somu.

Gagnnýt akførini

Tá tú brúkar Knatt til ein bil, sendir hann eitt GPS-signal til skipanina, sum fortelur, um hann er í gongd, hvønn veg hann koyrir, og hvussu skjótt hann koyrir. Við hesum er lætt at síggja, hvør bilur er tættast við, hvussu nógv bilarnir verða brúktir og harvið gagnnýta akførini betur.

Knatt veitir eisini eina trygd, um akfør verða stolin. Tú kanst lættliga síggja, hvar tey eru og boða løgregluni frá.

Ikki bert til bilar

Tey flestu kenna ivaleyst til at hava mist eitt amboð burtur, bæði á arbeiðsplássinum, men eisini til uppgávur kring landið. Hesum kann sleppast undan við at kobla tól og amboð til skipanina, so at tú altíð veitst, hvar tey eru. Knatt kann eisini brúkast til maskinur, skip og bátar.

Við Knatt kanst tú

  • Fylgja øllum akførum á einum skíggja
  • Rokna út meira effektiva koyring
  • Útskriva rapportir sum t.d. tímaseðlar
  • Fáa ávaring um eitthvørt óreglusemi
  • Økja um effektivitetin av vørusending og rakstri
  • Fáa fráboðan um oljuskift og viðlíkahald
  • Fakturera eftir fjarstøðu ella hvussu leingi akfør hava verið hjá einum kunda

Ynskja tit at hoyra nærri um Knatt?

Fyll teigarnar út niðanfyri og tit hoyra frá okkum skjótast til ber.

Vilt tú vita meira?

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi