
Grøna Gávubrævið
Grøna gávubrævið 2025
Nú ber til at tilnevna einstaklingar, áhugabólkar, virkir ella onnur, til at fáa Grøna Gávubrævið fyri 2025. Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, ið arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið. Kennir tú onkran, ið hevur uppiborið at fáa Grøna Gávubrævið? Fyll út teigin niðast á síðuni.

Um Grøna Gávubrævið
Grøna Gávubrævið er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.
Burturbeiningin av elektroniskum eindum hjá Nema er ein tænasta, ið bjóðar viðskiftafólki at lata inn gamlar ella brúktar elektroniskar lutir, so teir kunnu verða burturbeindir ella endurnýttir burðardygt.
Nema vil eisini gera sítt til at tálma nýtsluni av plastposum, og tað verður gjørt við at seta eitt gjald á plastposan. Tá ið viðskiftafólk velja at keypa ein plastposa, skal tað koma umhvørvisátøkum til góðar. Tí fer allur peningurin frá sølu av plastposum óskerdur til Grøna Gávubrævið.
Hesi hava fingið
Grøna Gávubrævið
Tálgaverk
30.000,00 kr.
Ný Ný
27.500,00 kr.
Skála Skúli
29.500,00 kr.
Hvørjar treytir eru fyri at verða tilnevndur?
Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, ið arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið, t.d. við:
– At rudda og verja náttúruna
– At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna
– Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu
– Gransking og umhvørvisátøkum
– Verkætlanin skal vera almenn gagnlig

Hvør kann fáa
Endurkeyp Gávuna?
Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum.

Tilnevning av Grøna Gávubrævinum fyri 2025
Hvør letur Grøna Gávubrævið?
Ein óheft nevnd verður sett. Fyrrverandi ár hevur nevndin sæð soleiðis út. Í fyrsta umfari velur Nema nevndina, og hon skal umboða ymisk arbeiðsøki og áhugamál, ið eru viðkomandi fyri umhvørvismál. Nevndin ger síðan sjálv av, hvussu hon skal skipast aftaná handanina.
Í nevndini undanfarnu ár sótu




Poul Andrias Ziska
Kokkur
Súsanna Berg
Ráðgevi í burðardygd
Sjúrður Hammer
Lívfrøðingur
Helma Maria Tróndheim
Orkuverkfrøðingur