Nema Starv
Starvsfólkini eru eitt tað týdningarmesta tilfeingið fyri fyritøkuna, tí tað eru starvsfólkini, ið skapa úrslit. Við Nema Starv fáa tit amboðið at røkja starvsfólkini, soleiðis at tey kunnu trívast og mennast.
Skjótt og lætt
Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost.
Eisini er lætt at fáa fullfíggjað yvirlit yvir øll persónsdata hjá starvsfólkum, og um neyðugt strika hesi. Hetta kann vera eitt sera hent amboð í sambandi við nýggju persónsdatalógina (GDPR).
Fá betri yvirlit
Við Nema Starv kanst tú m.a. fáa yvirlit yvir:
- Øll starvsfólk við útgreinaðum upplýsingum
- Hvør arbeiðir hvar og undir hvørjum
- Rundar føðingardagar, merkisdagar ella starvsdagar við áminning í góðari tíð
- Hvør hevur fingið útgerð, klæðir, lyklar v.m.
- Skeið við fráboðan um, nær hesi skulu endurnýggjast
- Útbúgvingar, førleikar og arbeiðsroyndir hjá starvsfólkum
- Starvsfólkasamrøður og kunning
- Setanarsáttmálar og starvsaldur
- Barsils- og sjúkrafarloyvi
- Felags viðurskifti t.d. starvsfólkahandbók og politikkir
- Hagtøl sum t.d. aldurs- og kynsbýti
- Útskriftir, ið eisini lætt kunnu flytast til CSV, Excel ella PDF
Væl nøgdir kundar
Vilt tú vita meira?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Heildarloysn til alla umsiting
Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.
Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.