Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Aðrar skipanir

Telavox

Telavox er ein samskiftisloysn ið kann brúkast til alt samskifti – við bæði starvsfelagar og kundar – á øllum eindum. Skipanin er bílig í rakstri, og vit í Nema bjóða eina skræddaraseymaða loysn til júst tína fyritøku.

Knatt

Við Tólnet veitst tú altíð, hvar tíni akfør, maskinur, bátar, amboð ella tól eru. Tú kanst eisini útskriva tíma-rapportir, fáa fráboðan um viðlíkahald og nógv annað. Knatt sparir tær tíð og misskiljingar.

Knýt saman og fá
enn fleiri fyrimunir

Um tit hava áhuga fyri fleiri skipanum frá Nema, er tað ein stórur fyrimunur at bíleggja eina heildarloysn hjá okkum. Við hesum fáa tit samanhang millum skipanir og support til allar loysnirnar á sama stað.

Væl nøgdir kundar

JFK Samtakið

Allar hýrur verða avgreiddar við Nema LØN. Línuskip og partrolarar nýta Avrokning, ið er partur av Nema LØN, meðan størru skipini harafturat nýta serligu Daglønarskipanina, ið eisini er partur av skipanini. Skipanin er løtt at arbeiða við, og í grundini “koyrir tað bara”. Hava vit spurningar, ringja vit til Nema, ið eru serkøn innan allar lønar- og hýrusáttmálar. Hava vit hugskot til tillagingar, verður eisini lurtað eftir okkum. Vit eru sera glað fyri tænastuna frá Nema, ið altíð hevur verið framúr! Markus Tummas á Gravarbø, rakstrarleiðariJFK Samtakið

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva góð yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

RTS Contractors

Vit hava brúkt Lundan og Nema LØN í fleiri ár, og eru væl nøgd við skipanirnar. Skipanirnar eru hýstar hjá Nema og verða javnan dagførdar, soleiðis at vit altíð hava tíðarhóskandi skipanir. Tænastan frá Nema er góð, og hava vit serlig ynski til skipanina, siga vit frá og fáa tað ofta við í næstu slepping. Tað er stutt ímillum brúkara og mennara, og tað eru vit sera glað fyri. Svenhild BreiðaskarðRTS Contractors

Klaksvíkar Sleipistøð

Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema, og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema, og tað eru vit sera væl nøgd við. Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosa við. Frimodt Rasmussen, stjóriKlaksvíkar Sleipistøð

Tórshavnar Maskinhandil

Vit fóru frá manuellum pappírsarbeiði til at brúka Lundan við kassaskipan á vári 2017. Mestsum alt pappír er spart burtur, arbeiðið er effektiviserað, og hetta hevur givið okkum nógv betri yvirlit. Skipanin er einføld og løtt at arbeiða við, tá man hevur sett seg inn í tað. Vit valdu at keypa føroyskt og eru væl nøgd við tænastuna frá Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin

Vit hava brúkt Lundan síðan 1984 og eru væl nøgd. Skipanin er ment nógv ígjøgnum árini og passar best til okkara tørv, í mun til størri útlendskar skipanir. Harumframt spara vit nógv í pappíri, tí nærum allar rokningar verða sendar talgilt í dag. Vit brúka eisini kassaskipanina í Lundanum, og er tað lætt at avgreiða kundar, leggja vørur inn og rokna tilboð og prísir. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind

Íløgan vit gjørdu í Nema LØN og Nema TÍÐ varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Thetis – við Telavox frá Nema

Thetis svarar 24 tímar um døgnið. Sí hvussu Telavox loysir teirra telefontrupulleikar.