Nema Journal
Tað einfalda eyðkennir Nema Journal. Tú kanst skjótt journalisera ein teldupost ella eitt skjal, uttan at svara hópin av spurningum. Samstundis fært tú yvirlit yvir øll mál, so at tú skjótt kanst finna upplýsingar fram í skipanini.
Journalisera við
fáum klikkum
Her eru nakrir fyrimunir við at brúka Nema Journal:
- Trygg brúkarastýring
- Einfalt at fáa yvirlit yvir øll mál
- Einfalt at knýta skjøl og teldupostar at journalini
- Einfalt at stovna journal
- Einfalt at knýta persónar/virkir at journalini
- Einfalt og skjótt at finna upplýsingar fram
- Rapport við inngangandi og útgangandi samskifti/skjølum
- Innbygd uppfylging av freistum
- Hendingar verða loggaðar
- Skipanin verður hýst í Føroyum
- Einføld umsiting av skipanini
Vilt tú vita meira?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Heildarloysn til alla umsiting
Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.
Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.