Nema
Privat
Vinna
Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tilboðsblaðið er her

Vit hava góð tilboð hvønn mánaða. Tilboðini í blaðnum eru galdandi í viku 40 – 42. Eisini síggjast serstøku tilboðini í samband við Heystglóð í hesum blaðnum.

Stovna hald frá
Nema í Elding

Stovna tær telefon- ella Farnet hald, frá Nema,
í Elding handlunum og fá avsláttur av øllum vørum.

Royn Frítt Farnet
í 30 dagar

Beinarin krevur bert eina stikkkontakt.

Nethandil

Tíðindir

Vit styrkja okkara toymi innan KT-trygd

KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd. Um starvið Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin. Tínar høvuðsuppgávur verða at: Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting. Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd. Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar. Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk. Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum. Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini. Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál. Vit leggja dent á, at tú: Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp. Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka. Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum. Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum. Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga. Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd. Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn og nærri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080. Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026. Søk starvið her

Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt  Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið

Lærlingur til KT-supportina hjá Nema

Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar. Um starvið Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við: KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar. Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan. Vit leita eftir tær sum: Ert forvitin og tænastusinnað/ur Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans Hevur áhuga fyri KT og hug at læra Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra. Vit bjóða tær: Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga. Um útbúgvingina Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026. Les meir um útbúgvingina her Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Setanarviðurskifti Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026. Søk starvið her

Tíðindaskriv til vinnuna

Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð seta vit sjóneykuna á KT-trygd og tær avbjóðingar, sum fyritøkur standa í, nú KT-álop gerast alsamt meira framkomin. Vit vísa á dømi um álvarsamar trygdarveikleikar og greiða frá, hvussu Nema kann hjálpa tykkum við trygdarkanningum og einari nýggjari loysn við eftirliti alt samdøgrið. Harumframt kunna vit um nýggjastu dagføringina av Nema Tíð, sum hevur fingið nýtt snið og fleiri hentleikar, og Nema Starv, sum nú kann brúkast sum ein sjálvstøðug HR-skipan, óheft av hinum skipanunum hjá Nema. Og sum vant hava vit eisini nøkur góð tilboð upp á KT-útgerð til tykkara. Les meira um tíðindini, dagføringarnar og tilboðini niðanfyri. KT-trygd KT-álop raka breiðari enn nakrantíð, eisini í Føroyum KT-álop gerast alsamt meira framkomin, sjálvvirkandi og torførari at varnast. Og tað eru ikki longur bara teldur, servarar og dátur, sum eru í vanda. Nýggjastu álopini vísa, hvussu víða teldusníkar kunnu raka. Stórar fyritøkur missa atgongd til sínar KT-skipanir, álvarsom trygdarhol fáa myndugleikar at steingja talgildar tænastur, og sjálvt útgerð, sum vit vanliga ikki seta í samband við KT, kann verða misnýtt. Frá matvøruhandlum til føroyskar heimasíður Í Fraklandi fingu teldusníkar ræði á køliskipanum í fleiri hundrað matvøruhandlum. Teir skrúvaðu hitan upp á 50 stig, og stórar nøgdir av matvørum máttu beinast burtur. Samstundis hevur handilsrisin Ahold Delhaize verið noyddur at sløkkja sínar KT-skipanir eftir eitt álop. Og sum flestu okkara helst varnaðust, vórðu fleiri føroyskar heimasíður stongdar, tí álvarsom trygdarhol í PHP fingu myndugleikar kring Evropa at steingja heimasíður og talgildar tænastur. Hetta vísir, at teldusníkar ikki bara fara eftir stórum fyritøkum, men leita eftir veikleikum, har teir eru at finna. Føroyskar fyritøkur eru einki undantak. Vit síggja tað eisini her heima Tá ið vit kanna KT-umhvørvið hjá føroyskum fyritøkum, finna vit viðhvørt álvarsamar trygdarveikleikar. Niðanfyri eru nøkur dømi: Ein óviðkomandi brúkti ein servara til at framleiða kryptogjaldoyra. Viðkomandi hevði gagnnýtt eitt trygdarhol og brúkti bæði servaran og streymin hjá kundanum. Ein gomul brúkarakonta gav framvegis atgongd. Starvsfólkið var farið úr starvi, men onkur brúkti framvegis kontuna til at fáa atgongd til Microsoft-umhvørvið. Ein følsk Dropbox-deiling gav atgongd til teldupostin. Teldusníkurin fekk fatur á bæði loyniorði og MFA-kodu og las meira enn 250 teldupostar, har summir innihildu persónupplýsingar. Hendingin mátti fráboðast Dátueftirlitinum. Felags fyri allar tríggjar hendingarnar var, at eingin hevði varnast nakað.Nær varð trygdin í tykkara KT-umhvørvi seinast kannað? Eru skipanirnar dagførdar? Hava óviðkomandi atgongd? Og hvør tekur sær av støðuni, um eitt álop hendir klokkan trý um náttina? Fá greiðu á KT-trygdini Við eini KT-trygdarkanning kanna vit KT-umhvørvið hjá tykkum, finna møguligar veikleikar og geva tilmæli um, hvat eigur at verða raðfest. Umframt hetta bjóða vit KT-trygd alt samdøgrið, har trygdarserfrøðingar hava støðugt eftirlit við skipanunum og kunnu uppdaga og steðga hóttanum – eisini um náttina og í vikuskiftum. Vilja tit vita meira? Setið tykkum í samband við okkum á [telefon] ella [teldupost], ella fyllið út teigarnar niðanfyri, so venda vit aftur skjótast gjørligt. Skipanir Nema Tíð Nema Tíð hevur fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði, betri hentleikum og einari nýggjari app til fartelefonir og teldlar. Skipanin er eisini flutt á netið, so nú ber til at skráseta arbeiðstíð og umsita skrásetingar beinleiðis í kaganum. Við dagføringini eru hesir hentleikar komnir afturat ella betraðir: GeofencingÁsetið, hvar starvsfólk kunnu skráseta arbeiðstíð, t.d. á ávísum arbeiðsstøðum. Dagførdar lønarkoyringarFleiri møguleikar og betri amboð til lønarumsiting. Betri stýring av framtíðarstemplingumStørri tamarhald og fleiri møguleikar at stýra skrásetingunum. Meira upplýsandi toymisyvirlitBetri yvirlit yvir skrásettar tímar, broytingar og hvør hevur gjørt tær. Nýtt yvirlit yvir teljarastøðurDagført snið og betri handfaring av feriutímum. Trygd og tøkni eru dagførdUmfatandi trygdar- og tøkniligar dagføringar styrkja grundvøllin undir skipanini og eru ein týðandi partur av nýggju útgávuni av Nema Tíð. Nýggja útgávan verður latin kundunum stigvíst, og vit seta okkum í samband við tykkum, tá ið túrurin kemur til tykkara. Tit skulu sostatt ikki gera nakað sjálvi í løtuni. Ynskja tit at hoyra nærri um Nema Tíð? Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast tilber. Nema Starv Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá einari fyritøku, og tí er umráðandi at hava góð og álítandi amboð til starvsfólkaumsitingina. Tað er júst her, Nema Starv kemur inn í myndina. Nema Starv er ein HR-skipan, sum savnar alla starvsfólkaumsiting á einum stað. Her kunnu tit halda skil á øllum frá setanarsáttmálum, fráveru og starvsfólkaupplýsingum til førleikar, skeið, útgerð og starvsfólkasamrøður. Tað ger tað lættari at varðveita yvirlitið, fylgja upp og tryggja, at einki verður gloymt. Samstundis sparir tað tíð í umsitingini og gevur betri umstøður at taka sær av tí, sum hevur størstan týdning – starvsfólkunum. Eitt nýtt stig innan starvsfólkaumsiting Við Nema Starv bjóða vit eina nýggja og sjálvstøðuga HR-skipan, sum savnar alla starvsfólkaumsiting á einum stað. Skipanin er løtt at brúka, gevur gott yvirlit og ger umsitingina einfaldari. Nema Starv kann brúkast óheft av Nema Løn og Nema Tíð, men kann eisini knýtast at hinum skipanunum hjá Nema, so upplýsingar verða dagførdar og samskipaðar tvørtur um skipanirnar. Vilja tit vita meira um Nema Starv? Fyllið út teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast til ber. KT-útgerð Sertilboð til tykkara Tilboðini eru galdandi so leingi vørurnar eru á goymslu. Onnur tíðindi frá Nema

Nema á Biskupstorginum

Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað á somu hædd, so vinnukundar lættliga kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni góða tænastu og ráðgeving. Samstundis er tað týdningarmikið fyri okkum, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi, og ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Nú vit hava verið á Biskupstorginum í nakrar vikur, eru vit komin væl upp á pláss í nýggju hølunum. Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna og vilja takka øllum, sum longu hava verið framvið. Vit síggja fram til nógvar góðar løtur og prát við bæði kend og nýggj andlit á Biskupstorginum.

Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum

Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so hann í størri mun lagar seg eftir tørvinum hjá einstøku fyritøkuni. Í staðin fyri at velja millum ymiskar pakkar, gjalda tit nú eftir talinum á starvsfólkum. Samstundis hava vit lækkað byrjunarprísin, so gáttin at koma í gongd er vorðin lægri. Tað merkir, at tit kunnu byrja í smáum og lata loysnina vaksa saman við fyritøkuni. Alt hongur saman Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv hjálpa hvør á sín hátt við at gera umsitingina av starvsfólkum einfaldari. Nema Tíð gevur yvirlit yvir arbeiðstíð, fráveru og skrásetingar. Nema Løn ger lønarkoyringina einfalda og hjálpir tykkum at hava tamarhald á lønarumsitingini. Nema Starv savnar viðkomandi upplýsingar og skjøl um starvsfólk á einum stað, og gevur eitt betri yvirlit yvir starvsfólkaumsitingina. Skipanirnar kunnu samskifta sínámillum og brúka upplýsingar frá hvørji aðrari. Tað merkir minni dupultarbeiði, færri skrásetingar og ein smidligari umsiting. Tit kunnu brúka skipanirnar hvør sær ella knýta tær saman, og harvið fáa enn meira burturúr teimum. Ein einfaldari prísbygnaður Við nýggja prísbygnaðinum verður lættari hjá bæði smáum og stórum fyritøkum at fáa eina loysn, sum hóskar til teirra tørv. Tit gjalda eftir talinum á starvsfólkum og kunnu byggja uppá, so hvørt tørvurin broytist. Eru tit forvitin eftir, hvussu nýggi prísbygnaðurin kann síggja út hjá tykkara fyritøku?  Setið tykkum í samband við okkum á vd@nema.fo ella á tlf. 202020, so finna vit saman røttu loysnina.

Nema søkir eftir handilssamskipara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá Nema ert tú við til at tryggja, at gerandisdagurin í handlunum koyrir væl, at vørurnar eru á røttum stað, og at kundarnir altíð fáa eina góða uppliving. Tú verður eisini eitt týðandi bindilið millum handlarnar og aðrar deildir hjá Nema. Við starvinum kemur tú eisini at samskipa søluátøk, nethandilin og annað, sum skal spæla saman. Tú kemur at Samskipa og taka lut í dagliga rakstrinum av handlinum í Havn, har arbeiðstíðin er kl. 09.30–17.30 Hava yvirlit yvir vørur, prísir, bíleggingar og søluátøk Ganga á odda í søluni, og vera við til at tryggja eitt høgt tænastustøði Samskipa uppgávur og samstarvið millum starvsfólkini í handlunum Tryggja at handilin altíð er ruddiligur og innbjóðandi Samskipa nethandilin og syrgja fyri, at vørur, prísir og tilboð eru dagførd Vera bindilið millum handlarnar og viðkomandi deildir hjá Nema Vera við til at menna handlarnar og kundaupplivingina. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu og góðari kundatænastu Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskipa Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Dugir væl at samstarva, og at fáa ymiskar uppgávur og fólk at spæla saman Hevur eyga fyri bæði smálutum og heildini og sær, hvar okkurt kann gerast betri Hevur viðkomandi royndir innan handil, kundatænastu ella sølu, men rætti hugburðurin og viljin at læra hava nógv at siga Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema-handlunum Møguleikan at seta tín dám á, hvussu kundarnir uppliva Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan m.a. marknaðarførslu, innkeyp, sølu og kundatænastu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil og søla: Dagligur rakstur, vørur, prísir, søluátøk og kundatænasta Samskipan: Yvirlit, uppgávur og samstarv millum handlarnar og aðrar deildir Nethandil: Vørur, tilboð og dagføringar, umframt at tryggja, at handil og nethandil hanga væl saman Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Forvitin? So ring ella skriva til Sigurð J. Simonsen, søluleiðara, á tlf. 502047 ella á sjs@nema.fo Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi 30. September 2026 Søk starvið her Onnur tíðindi

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr. Alsamt fleiri verða rakt Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi.Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur á p-tølum, kortupplýsingum, teldupostbústøðum og loyniorðum til teldupost hjá nógvum føroyingum. Við hesum upplýsingum verða dyrnar latnar upp til nærum allar upplýsingar um ein persón, og tí ber eisini til at misnýta hesar upplýsingar til nógv ymisk brotsverk – bæði beinanvegin og seinni.  Øll kunnu verða lumpað Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar.“Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi út. Peningastovnar, tryggingarfeløg, Posta, Samleikin og aðrir myndugleikar biðja ongantíð sínar kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði,” sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.“Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin,” sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi. Steðga á – Hugsa teg um – Spyr Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar. Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit á navninum ella telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað. Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr. Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum. Ert tú í iva, set teg í samband við tín peningastovn. Nøkur dømi um, hvussu følsku SMS-boðini seinastu tíðina hava sæð út Følsku sms-boðini leiða aloftast brúkaran til eina falska heimasíðu, har biðið verður um ymiskar upplýsingar. Her eru tvey av fleiri dømum um, hvussu ektaðar og álítandi følsku heimasíðurnar kunnu síggja út:

Livandi Varmakelda á 2 fyri 1

Nema eru stuðlar til tónleikatiltakið, Livandi Varmakelda, ið verður tann 4. juli í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Nú hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við 2 fyri 1 appini hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 395 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. juli kl 10. Ynskir tú at ogna tær 2 fyri 1 atgongumerki, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um tiltakið ​Livandi Varmakelda er eitt tónleikatiltak í Fuglafirði, sum sá ljósið fyri fyrstu ferð á Varmakeldu tann 5. juli í 2025. Hetta er sostatt næstu ferð Livandi Varmakelda verður á skránni. Í ár verður tónleikatiltakið leygarkvøldið tann 4. juli í Mentanarhúsinum og avdúkingar av bólkum, sum skulu framføra, koma leypandi. Vit kunnu tó avdúka longu nú, at hetta verður eitt ordans veitslukvøld, har øll kunnu luttaka og hugna sær saman við festliga tónleikinum! Nøvnini, ið eru avdúkað eru: Faroe 5, Anfinn og Co. og RSP Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Onnur tilboð

Umhvørvisvika í Vestmanna

Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Fyri at lesa fleiri tíðindi, skalt tú sveipa móti vinstru