Vit dagføra okkara undirstøðukervi týsmorgunin 10. november 2026 millum kl. 01.00 og 06.00. Í hesum tíðarskeiðnum kunnu tvey til fýra styttri avbrot koma fyri á mobildata, farnetinum og breiðbandstænastunum hjá okkum. Tú kanst tó framvegis ringja og senda SMS-boð sum vanligt. Vit takka fyri tolsemið.

Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Ment í Føroyum til
føroyska marknaðin

Nema Løn

Nema Løn er mest nýtta lønarskipanin á føroyska marknaðinum. Skipanin er ment við tí endamáli at hjálpa fyritøkum og stovnum at avgreiða øll lønarviðurskifti so skjótt og væl sum gjørligt. Skipanin kann brúkast í flestu fyritøkum og stovnum, so sum kommunum, byggifyritøkum, bilasølum, fiskavirkjum, reiðaríum, flutningsfyritøkum, sjálvsognarstovnum, el-fyritøkum o.s.fr.

Við Nema Løn kanst tú m.a. avgreiða:

  • tíma- og mánaðarlønir
  • eftirlønir og frítíðarlønir
  • lønarseðlar við telduposti
  • lønaryvirlit við telduposti til fakfeløg
  • útreiðsluyvirlit við telduposti til ásettar deildir í fyritøkuni
  • dagføring av lønartalvum hjá øllum yrkisfeløgum

Nema Løn skipanin verður áhaldandi víðariment, so at hon altíð lýkur tey krøv, ið marknaðurin setur. Skipanin kann eisini hýsast hjá okkum, soleiðis at vit hava ábyrgd av KT-umhvørvinum og datatrygdini, og tit kunnu kenna tykkum tryggari.

Oilwind

Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva gott yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

JFK Samtakið

Allar hýrur verða avgreiddar við Nema LØN. Línuskip og partrolarar nýta Avrokning, ið er partur av Nema LØN, meðan størru skipini harafturat nýta serligu Daglønarskipanina, ið eisini er partur av skipanini. Skipanin er løtt at arbeiða við, og í grundini “koyrir tað bara”. Hava vit spurningar, ringja vit til Nema, ið eru serkøn innan allar lønar- og hýrusáttmálar. Hava vit hugskot til tillagingar, verður eisini lurtað eftir okkum. Vit eru sera glað fyri tænastuna frá Nema, ið altíð hevur verið framúr! Markus Tummas á Gravarbø, rakstrarleiðariJFK Samtakið

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva góð yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

Vilt tú vita meira?

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi

Heildarloysn til alla umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.

Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.