Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Søk um stuðul

Stuðulspolitikkur

Nema leggur dent á at stuðla verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri okkara virksemi.

Úr okkara sjónarmiði er stuðulsskipanin ein íløga í verkætlanir, sum samsvara við okkara endamálsorðing, og harafturat ein møguleiki at fáa djúpari innlit í tað, sum rørir seg í samfelagnum – serliga á okkara øki.

Seráhugamálini hjá Nema eru verkætlanir, sum hava hesar eginleikar:

  1. At kunna um og kveikja áhuga fyri forriting.
  2. At upplýsa um og varpa ljós á atburð á netinum, bæði fyrimunir og vansar.
  3. Virksemi ella gransking, sum er viðkomandi fyri tøkni og trygd á netinum.

Um tú hevur eitt gott hugskot ella eina granskingarverkætlan, sum er í tráð við okkara endamálsorðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vilja fegin frætta frá tær.

Tó at Nema hevur ávís øki, sum eru serliga áhugaverd fyri okkum, taka vit gjarna móti øllum úmsóknum.
Tað er altíð vert at royna, hóast tín verkætlan kanska ikki uppfyllir øll okkara seráhugamál.

Nema, stuðul og tilvit

Sum fyritøka fevna vit breitt, og tað er okkara ábyrgd at vera tilvitað um, hvørja ávirkan vit hava á samfelagið og umhvørvið.
Vit fylgja forvitin við í tí, ið rørir seg í samfelagnum, og vilja fegin eggja einstaklingum, áhugabólkum og felagsskapum við stuðli, og skapa karmar fyri ungar spírar, har teirra hugskot og gransking verða stimbrað og ment.

Veitst tú um okkurt spennandi og viðkomandi, sum rørir seg?

Gev okkum eitt preið við at skriva til nema@nema.fo við heitinum ‘Stuðul’.

Grøna Gávubrævið

Endurkeyp er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.

Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.

Stuðuls tíðindi

Nema stuðlar – GameJam

GameJam hevur sum endamál at menna og stuðla tí føroysku spælivinnuni, og hesum taka vit sjálvandi fult undir við. Vit eru tí sera fegin um at stuðla teimum! Hvat er GameJam? Høvuðsendamálið við einum GameJam er at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; sum oftast 48 tímar. Vanliga fært tú eitt evni avdúkað, tá ið tiltakið byrjar. Tað vil siga, at tú skalt finna uppá, menna og lata inn eina prototypu innanfyri ásettu tíðarfreistina. Evnið kann broytast nógv, alt eftir hvør finnur uppá tað. Tó er evnið vanliga ógvuliga einfalt og breitt, so sum “Vøkstur”, “Framleiðsla” ella “Viðlíkahald”. Tú skalt so brúka evnið sum grundarlag í spælinum. Les meira

Nema stuðlar – Tryggari internetdagur

Tryggari internetdagurin er eitt afturvendandi átak, sum SSP skipar fyri á hvørjum ári. Internetið er ein sers stórur partur av okkara gerandisdegi, og hava vit øll tí eina samábyrgd av at gera internetið so gott og trygt, sum til ber. Tí stuðlar Nema eisini árliga hesum átakinum. Les meira

Nema stuðlar – Renn fyri lívi

Renn fyri lívi er ein skipan og app, sum knýtir neyðhjálparar og nærmasta hjartastartara saman við vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann veita skjóta hjálp, ið kann vera á staðnum innan 5 minuttir, og harvið skapa tryggleika og vera við til at bjarga mannalívum. Hesum stuðla vit sjálvandi! Vilt tú gerast neyðhjálpari, so kanst tú melda teg til her