
Deild rokning
Ein einfaldur máti at býta telefonútreiðslurnar millum arbeiðsgevara og starvsfólk.
Við deildari rokning frá Nema kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk býta útreiðslurnar til fartelefon sínámillum. Arbeiðsgevarin rindar eina avtalaða upphædd hvønn mánað, meðan starvsfólkið sjálvt rindar fyri nýtslu, sum fer út um avtaluna.
Nema syrgir fyri, at rokningarnar verða sendar beinleiðis til hvønn part.
Soleiðis virkar deild rokning
Arbeiðsgevarin ásetir, hvussu stóran part av telefonhaldinum, tey rinda fyri. Upphæddin kann lagast til tørvin hjá einstaka starvsfólkinum.
Fer nýtslan uppum avtalaðu upphæddina, fær starvsfólkið rokningina fyri meirnýtsluna beinleiðis frá okkum. Arbeiðsgevarin sleppur sostatt undan at umsita privata meirnýtslu hjá starvsfólkunum.
Starvsfólkið kann brúka somu fartelefon til bæði arbeiði og privata nýtslu, uttan at tað er neyðugt at hava tvey ymisk telefonhald.
Fyrimunir við deildari rokning
Fyri arbeiðsgevarin
- Fastar og kendar útreiðlsur hvønn mánaða.
- Minni umsiting, tí Nema avgreiðir rokningarnar fyri meirnýtslu.
- Møguleiki at laga avtaluna til tørvin hjá einstaka starvsfólkinum.
Fyri starvsfólkið
- Ein fartelefon til bæði arbeiði og privata nýtslu.
- Møguleiki at fáa gagn av avsláttaravtalum hjá arbeiðsgevaranum.
- Rokning fyri meirnýtslu verður send beinleiðis til starvsfólkið.
Deild rokning er ein ókeypis tænasta frá Nema.
Ynskja tit at hoyra nærri?
Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari
Heini Poulsen Hellisdal
Vinnukundaráðgevi
Jakup Eydnugarð
Vinnukundaráðgevi



