Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Við deildari rokning frá Nema kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk býta útreiðslurnar til fartelefon sínámillum. Arbeiðsgevarin rindar eina avtalaða upphædd hvønn mánað, meðan starvsfólkið sjálvt rindar fyri nýtslu, sum fer út um avtaluna.
Nema syrgir fyri, at rokningarnar verða sendar beinleiðis til hvønn part.

Arbeiðsgevarin ásetir, hvussu stóran part av telefonhaldinum, tey rinda fyri. Upphæddin kann lagast til tørvin hjá einstaka starvsfólkinum.

Fer nýtslan uppum avtalaðu upphæddina, fær starvsfólkið rokningina fyri meirnýtsluna beinleiðis frá okkum. Arbeiðsgevarin sleppur sostatt undan at umsita privata meirnýtslu hjá starvsfólkunum.

Starvsfólkið kann brúka somu fartelefon til bæði arbeiði og privata nýtslu, uttan at tað er neyðugt at hava tvey ymisk telefonhald.

Fyri arbeiðsgevarin
  • Fastar og kendar útreiðlsur hvønn mánaða.
  • Minni umsiting, tí Nema avgreiðir rokningarnar fyri meirnýtslu.
  • Møguleiki at laga avtaluna til tørvin hjá einstaka starvsfólkinum.
Fyri starvsfólkið
  • Ein fartelefon til bæði arbeiði og privata nýtslu.
  • Møguleiki at fáa gagn av avsláttaravtalum hjá arbeiðsgevaranum.
  • Rokning fyri meirnýtslu verður send beinleiðis til starvsfólkið.

Deild rokning er ein ókeypis tænasta frá Nema.

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Heini Poulsen Hellisdal

Vinnukundaráðgevi

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi