
Leiga prentloysn frá Kyocera
Fyritøkur kunnu nú leiga printarar frá Kyocera gjøgnum okkum. Vit taka okkum av uppseting, viðlíkahaldi og øllum tí tøkniliga, so tit kunnu arbeiða ótarnað.
Leigan er úr 250 kr. um mánaðin pr. printara, við einari eitt ára avtalu, sum tryggjar støðugar karmar frá byrjan.
Við eini leiguavtalu frá okkum fært tú eina trygga og dygdargóða heildarloysn við professionellari tænastu.
Ynskja tit at hoyra nærri um dygdargóðar prentloysnir frá Kyocera og møguleikan at leiga hesar til starvsplássið, so ber til at fylla teigarnar út niðanfyri, og so frætta tit aftur frá okkum skjótast gjørligt.
ECOSYS MA4000cix
Kyocera MA4000 er ein álítandi og effektivur multifunktiónsprentari til vanliga skrivstovunýtslu. Hann prentar, skannar og kopierar og klárar upp til 40 síður um minuttin. Við pappírskuffu til 250 eintøk og 7-tumma touchskíggja er hann lættur at brúka í gerandisdegnum.
Printarin gevur bæði svart/hvítt og litprent, brúkar lítla orku og er kendur fyri lágan rakstrarkostnað.
ECOSYS MA2600cix
Kyocera MA2600 er ein lítil og fjølbroytt alt-í-einum maskina, ið hóskar væl til smærri og miðalstór arbeiðspláss. Hon kann prenta, skanna, taka avrit og senda faks, og hon prentar bæði í litum og svart/hvítt.
Hendan maskinan klárar upp til 26 síður um minuttin og er kend fyri lágan rakstrarkostnað.
Alt í alt ein smidlig og effektiv loysn til skrivstovur við miðal prenttørvi.
Prís á tónara
Set teg í samband við okkum

Bergur Enghamar
Vinnuráðgevi

Sigurð J. Simonsen
Søluleiðari

Fríði Magnussen
Handilsleiðari

