Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema Netløn

Netløn ger tað lætt og skjótt at avgreiða lønarviðurskifti – alt á netinum. Tú kanst m.a. gera lønarseðlar, skráseta starvsfólk og samstundis tryggja tær og tínum starvsfólkum, at lønarseðlar, útgjøld og frádráttir eru rættir.

Hentleikar

  • Elektroniskir lønarseðlar við telduposti
  • Lønarhagtøl
  • Starvsfólkayvirlit og lønaryvirlit
  • Skabilónir til lønarflytingar
  • Sjálvvirkandi dagføring av lønarsáttmálum
  • Einfalt og skjótt at koma í gongd

Ætlað smærri fyritøkum

Nema Netløn er sprotin úr Nema Løn, ið er mest nýtta lønarskipanin á føroyska marknaðinum og avgreiðir yvir 18.000 lønarútgjaldingar um mánaðin. Netløn er serliga ætlað smærri fyritøkum, ið vilja hava eina bíligari og einfaldari loysn. Av tí at skipanin er á netinum, er lætt at fáa atgongd allastaðni.

Filmsvegleiðingar

Hvussu stovni eg eitt nýtt starvsfólk, eina lønarkoyring ella eitt lønarnavn? Fyri at hjálpa tykkum í gongd hava vit gjørt nakrar filmsvegleiðingar, har vit stig fyri stig hjálpa tykkum ígjøgnum tær mest nýttu mannagongdirnar.

Vilt tú vita meira?

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Heildarloysn til alla umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.

Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.