Felags tíðindi

Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr. Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at: Framleiða lýsingar til sosialar miðlar. Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr. Hugskotsmenning og átøk At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum. Um teg Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum Tú dugir væl at skriva og samskifta Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur Tú hevur hug at læra Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum Løn eftir avtalu. Nema Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo Umsóknir Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi. Søk starvið her

Fipurnet til Vestmanna og Tvøroyri
Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Traðarvegur 183 og 197, Tvøroyri Válur og restin af Vestmanna Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Skrivstovulærlingur til Kundarøktina hjá Nema
Ert tú klár/ur til eina spennandi byrjan á tína yrkisleið? Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum skrivistovulærlingi til kundarøktina í Tórshavn. Vit bjóða tær ein gyltan møguleika at gerast partur av eini dynamiskari og framfýsnari fyritøku innan tele- og samskiftistøkni í Føroyum. Um starvið Sum skrivistovulærlingur í kundarøktini verður tú ein lyklapersónur í okkara toymi, ið veitir hjálp og ráðgeving til kundar okkara. Tínar uppgávur fara at fevna um: Ráðgeving og avgreiðslu av telefon-, breiðbands- og teldupostspurningum Samstarv við ymisku deildarnir, á Nema, fyri at tryggja hægsta kundanøgdsemi Dagligar skrivistovuuppgávur og kundasamskifti. Starvsstaðurin er á okkara skrivstovu á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn, og arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna. Um teg Vit leita eftir tær, sum er: Tænastusinnað/ur, fyrikomandi og dugir væl at samskifta Málsøkin og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi Dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis Hevur rímiligan telduførleika, lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning Vit bjóða tær Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og professionellum umhvørvi Møguleikar at menna teg bæði persónliga og fakliga Uppgávur og ábyrgd sum samsvara við tínar vaksandi førleikar Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Á Nema starvast á leið 75 fólk í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki. Forvitin? Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Joan Edvør Thomasen, leiðaran í kundarøktini, á tel. 502057 ella á jet@nema.fo. Umsøknir Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri: Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi, fríggjadagin 13. septembur 2024.

Tillagingar á Mítt Nema
Vit hava gjørt broytingar í familjuhaldunum á Mítt Nema, bæði við prístillaginum men eisini við data pakkunum. Hesar broytingar koma at ávirka flestu av okkara kundum. Summi koma at gjalda upp til 40 kr. meir, men summi koma eisini at spara upp til 40 kr. hvønn mánaða. Umframt prístillagingar, hava vit broytt datapakkarnar soleiðis, at flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða. Nú við enn meira data Broytingar eru gjørdar í data pakkunum soleiðis, at tey allar flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða. 2GB haldið verður óbroytt 5GB verður til 12GB 15GB verður til 32GB 30GB verður til 52GB 50GB verður til 102GB. Prístillagingar á Familjuhaldunum Fyrrverandi prísir og hald: Hald2GB5GB15GB30GB50GB1149 kr.199 kr.249 kr.289 kr.369 kr.2309 kr.359 kr.409 kr.449 kr.529 kr.3369 kr.419 kr.469 kr.509 kr.589 kr.4419 kr.469 kr.519 kr.559 kr.639 kr.5469 kr.519 kr.569 kr.609 kr.689 kr.6519 kr.569 kr.619 kr.659 kr.739 kr. Fylgjandi prísir eru nú galdandi fyri familjuhaldini á Mítt Nema: Hald2GB12GB32GB52GB102GB1149 kr.199 kr.249 kr.289 kr.369 kr.2269 kr.339 kr.409 kr.449 kr.529 kr.3339 kr.409 kr.479 kr.519 kr.599 kr.4405 kr.475 kr.539 kr.579 kr.659 kr.5471 kr.541 kr.599 kr.639 kr.719 kr.6537 kr.607 kr.659 kr.699 kr.779 kr. Eru ivamál um tillagingarnar ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin inn á gólvið í handlunum í Havn ella í Klaksvík. Harafturat svara vit telefonini á 202020, allar gerandisdagar millum 9 og 16. Tíðindi

Vit siga farvæl til Kallnet servaran
Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald. Gev gætur: Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Les meira niðanfyri Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 30.september 2024 /, 1. mai 2025 verður ikki møguligt at rita inn á núverandi Kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025 verður øll atgongd til teldupostadressurnar strikað. Talan er um teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo - @altfyrieitt.fo - @babba.fo - @beiggi.fo - @mamma.fo - @systi.fo - @kallnet.fo Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum. Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri: O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum: One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna. Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við. Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja. Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg) At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg) Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna. Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí. Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Vinnarin av Apple iPad
Vit eru í gávuhýri og trekkja aftur lut um ein lekkran iPad. Fyll teigarnar út niðanfyri og ver við í lutakastinum.Vinnarin er funnin: Til lukku: Inga Kristiansen

5G er endiliga her
5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Hvat merkir hetta fyri teg? Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar. 5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til. Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið. Fleiri nýggjar tænastur Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis. 1. VoLTE VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu. 2. 5G-farnet Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum. 3. IoT 5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things. 4. VoWiFi (kemur skjótt) Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms'a sum vænt. Spennandi tíð fyri framman Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.

Fipurnet í Tórshavn og á Argjum
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Óðinshædd (ólíka tøl 17-79), Tórshavn Lagatrøð 1-14, Tórshavn Sundsvegur 12, Tórshavn Garðstún, 3-28, Argir Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl
5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Fipurnet til Selatrað, Vestmanna & Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 13 & 15, Hoyvík Vestmanna 1 partur (Sí mynd niðanfyri) Selatrað Undanbílegg sum skjótast ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging