Um 2 fyri 1 appina
Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru.
Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur.

Lætt at nýta appina
Nú eisini
Kaspar Beygla
Bjóða einum vini til eina Kaspar Beyglu púrasta ókeypis.
Tú rindar fyri eina beyglu, og vit rinda fyri hina.

2 fyri 1 tilboð
Gerst Nema kundi
Hjá Nema fært tú ikki bara telefonhald og internet, men eisini góðar upplivingar fyri teg og tíni kæru. Gerst telekundi í dag og fá allar fyrimunir við 2 fyri 1 frá fyrsta degi.

Gerst 2 fyri 1 veitari
Sum veitari av einum 2 fyri 1 tilboði fært tú lýsing gjøgnum appina og ymiskar miðlar. At gerast veitari er ein góður máti at økja um kundavitjanir ávísar dagar ella tíðspunkt á degnum. Tað einasta kravið er, at tú bjóðar eitt 2 fyri 1 tilboð uppá eina útvalda vøru ella tænastu.
