Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald.
Gev gætur: Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Les meira niðanfyri
Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara
Eftir 30.september 2024 /, 1. mai 2025 verður ikki møguligt at rita inn á núverandi Kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto.
Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir?
Eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025 verður øll atgongd til teldupostadressurnar strikað. Talan er um teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo – @altfyrieitt.fo – @babba.fo – @beiggi.fo – @mamma.fo – @systi.fo – @kallnet.fo
Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið.
Hvat hendir við teldupostunum eftir 30. septembur 2024 / 1. mai 2025?
Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum.
Hvørjir møguleikar eru?
Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna.
Sí niðanfyri:
O365
Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum:
- One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum
- Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint
- Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna.
Gmail
Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við.
Stovna eina Gmail konto her
Vit eru til reiðar at hjálpa
Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja.
- Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg)
- At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg)
Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna.
Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri.
Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí.




