
Familjuhald við
fleiri fyrimunum
Rokna títt hald frá Nema
Familjuhald
Frí tala og SMS í Føroyum
Nema útlond
{{ roamingPrice }} kr./mðn.
{{ formatPrice(totalPrice) }}
kr./mðn.Minsti prísur er {{ formatPrice(calculateMinPrice()) }} kr.
Rita inn á sjálvgreiðsluna
Við sjálvgreiðsluni kanst tú seta eitt hald saman, sum passar til tín tørv. Um tú ynskir eitt hald til alla familjuna, so velur tú bara, hvussu nógv hald tit skulu hava.

Fyrimunir við telefonhaldi frá Nema
Set saman og spar
Visti tú, at vit bjóða serprís til tey ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt telefonhald, kanst tú seta tað saman við einum haldi til breiðband og spara 50 kr. um mánaðin.

Heimatelefon
Við einum haldi til heimatelefon, er ikki neyðugt at hugsa um, hvussu nógv tú tosar – øll haldini hava fría talu. Tosa óavmarkað í Føroyum, Norðurlondum ella út í heim.

Talutíð
Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur
kunnu fáa fatur á tær.

Uttanlandsprísir
Prísir fyri nýtslu í útlandinum eru ymiskir, alt eftir hvørjum landi tú
ert í. Við Nema Útlond kanst tú tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka allan tín íroknaða datapakka í fleiri enn 50 londum.


Fipurnet: Hey, Sigmundargøta!
Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Nú er fipur ávegis í Sigmundargøtu nr.: 1 15-21 25-32 36 Skráset teg í dag, og vit seta okkum í samband við tykkum, so skjótt tað er klárt. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging

Faroe Express Stafettin: Vit eru við
Leygardagin 26. august luttóku 21 fólk frá Nema í Faroe Express Stafettini. Nema er ein errin høvðusstuðul, og vit gleða okkum longu til stafettina í 2024.

Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…
Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen – Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/

Tilnevningar til Grøna gávubrævið 2024
Tað er nú aftur møguligt at tilnevna til Grøna Gávubrævið, ið árliga verður latið av Endurkeyp Grunninum hjá Nema. Endurkeyp Grunnurin er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið eru føroyska umhvørvinum at frama. Allur peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður eina ferð um árið latin einum ella fleiri einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Hvørjar eru treytirnar fyri at verða tilnevndur? Fyri at kunna tilnevnast skal einstaklingurin, áhugabólkurin ella felagsskapurin arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið í Føroyum t.d. við: At rudda og verja náttúruna At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu Gransking og umhvørvisátøkum Verkætlanin skal vera almenn gagnlig Tilnevn til Grøna Gávubrævið her Les meira um Grøna Gávubrævið her
Ert tú vinnurekandi?
