Upplivir tú trupulleikar við telefonsambandinum, skalt tú annaðhvørt tendra og sløkkja 'flytilstand' ella sløkkja og tendra telefonina. Haldið okkum til góðar.

Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Skrivstovulærlingur til Kundarøktina hjá Nema

Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum skrivistovulærlingi til kundarøktina í Tórshavn. Vit bjóða tær ein gyltan møguleika at gerast partur av eini dynamiskari og framfýsnari fyritøku innan tele- og samskiftistøkni í Føroyum.

Sum skrivistovulærlingur í kundarøktini verður tú ein lyklapersónur í okkara toymi, ið veitir hjálp og ráðgeving til kundar okkara. Tínar uppgávur fara at fevna um:

  • Ráðgeving og avgreiðslu av telefon-, breiðbands- og teldupostspurningum
  • Samstarv við ymisku deildarnir, á Nema, fyri at tryggja hægsta kundanøgdsemi
  • Dagligar skrivistovuuppgávur og kundasamskifti.

Starvsstaðurin er á okkara skrivstovu á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn, og arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna.

Vit leita eftir tær, sum er:

  • Tænastusinnað/ur, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • Málsøkin og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Dugir at hava fleiri bóltar í luftini samstundis
  • Hevur rímiligan telduførleika, lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning
  • Løn og setanartreytir sambært sáttmála. 
  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum livandi og professionellum umhvørvi
  • Møguleikar at menna teg bæði persónliga og fakliga
  • Uppgávur og ábyrgd sum samsvara við tínar vaksandi førleikar

Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Á Nema starvast á leið 75 fólk í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki. 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Joan Edvør Thomasen, leiðaran í kundarøktini, á tel. 502057 ella á jet@nema.fo

Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri:

Umsóknir skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi, fríggjadagin 13. septembur 2024.

 


Fleiri greinar