
Fipurnet til Selatrað, Vestmanna & Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum:
- Karlamagnusarbreyt 13 & 15, Hoyvík
- Vestmanna 1 partur (Sí mynd niðanfyri)
- Selatrað

Undanbílegg sum skjótast
… og slepp undan øllum roksinum.
Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur.
- Fipurin verður lagdur inn í húsið
- Fipurbrúgv verður gjørd
- Routari/beinari verður settur til og uppsettur
- Internetið verður eftirkannað
Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn.
Undanbílegg/skráset teg í dag:
Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru?
Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.
At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla.
Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging
Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Fleiri greinar