Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Farnet

{{item.post_name}}

{{item.title}}

{{elm.text}}

Eykatænastur

Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Fleiri velja sær farnet heldur enn breiðband heima, tí tað er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald, eingin bíðitíð.

Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt.


Mánaðargjald: 25 kr
Um nýtsla er: 20 kr pr./dag

Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran.

Tak Farnetið við har tit fara

Farnet er ein einfaldur máti at fáa netsamband í bátin, í summarhúsini ella húsvognin. Tú kanst taka beinaran við. So kunnu tit sita fjálgt, spæla Gekk, hyggja eftir Kringvarpinum ella Netflix, tá tað regnar.

Er tað bíligari?

Í flestu førum er nógv at spara hvønn mánað. Farnet er bíligari enn øll Fipurhald og flest øll Koparhald (tað sum vanliga verður kallað breiðband).
Sum Farnet brúkari, sparir tú linjugjaldið, ið vanliga verður lagt á øll kopar og fipurhald.

Gev gætur, at leigugjald er á Farnet útgerðini.
4G Farnetbeinari kostar 25 kr/mðn. og 5G beinarin kostar 55 kr/mðn.

Hvussu skjótt er Farnet?

Serliga eru tað tey, ið ikki hava møguleikan at fáa sær fipurnet, ið kunnu fáa fleirfalda sína fer. Tað er tó ymiskt frá stað til stað, umframt nær á degnum tú brúkar tað. Í verandi støðu kunnu vit ikki siga við vissu, hvussu skjótt tað er á hvøjum einstøkum bústaðið. Tí bjóða vit okkara kundum, at royna farnet, í upp til 30 dagar.

Hvat fyri Farnet skal eg velja?
  • Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum og ikki ynskja nakra avmarking.
  • 1000 GB – Um tit eru fleiri í húskinum, har ið øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað.
  • 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýstla er til dagligt.
  • 300 GB – Til minni húski ella einstakling, har netið fyri tað mesta verður nýtt til at vitja heimasíður og til at hyggja eftir onkrum styttri filmsbrotum av og á.
  • 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýstlu so sum at lesa tíðindi, at hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar.

Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða?

Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.
Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.
Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.
Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn.

Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er.
Tískil skal fyrivarni takast við hesum metingum.

Royn Farnet frítt í 30 dagar – hvat vil tað siga?

Fyri at tryggja okkum, at tú fær eina góða uppliving av farnetinum, loyva vit okkara kundum at royna farnet í upp til 30 dagar. Á tann hátt hevur tú møguleikan at royna Farnetið áðrenn tú avgerð, um hetta hóaskar til tín/tykkara tørv.

Gev gætur! at tað er kundin, ið hevur ábyrgd av at strika farnetið ella boða frá, um tey ikki ynskja at halda fram eftir 30 dagar. Eftir hesar 30 dagarnar, verður fult gjald trekt fyri farnet-haldið.

Eg havi bílagt – nær fái eg mítt Farnet?

Í samband við bíleggingina av Farnetinum, seta vit okkum í samband við teg og avtala nærri, nær farneti er klárt at heinta, ella senda út.