
Tillagingar á Mítt Nema
Vit hava gjørt broytingar í familjuhaldunum á Mítt Nema, bæði við prístillaginum men eisini við data pakkunum. Hesar broytingar koma at ávirka flestu av okkara kundum. Summi koma at gjalda upp til 40 kr. meir, men summi koma eisini at spara upp til 40 kr. hvønn mánaða. Umframt prístillagingar, hava vit broytt datapakkarnar soleiðis, at flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
Nú við enn meira data

Broytingar eru gjørdar í data pakkunum soleiðis, at tey allar flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
2GB haldið verður óbroytt
5GB verður til 12GB
15GB verður til 32GB
30GB verður til 52GB
50GB verður til 102GB.
Prístillagingar á Familjuhaldunum
Fyrrverandi prísir og hald:
| Hald | 2GB | 5GB | 15GB | 30GB | 50GB |
| 1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
| 2 | 309 kr. | 359 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
| 3 | 369 kr. | 419 kr. | 469 kr. | 509 kr. | 589 kr. |
| 4 | 419 kr. | 469 kr. | 519 kr. | 559 kr. | 639 kr. |
| 5 | 469 kr. | 519 kr. | 569 kr. | 609 kr. | 689 kr. |
| 6 | 519 kr. | 569 kr. | 619 kr. | 659 kr. | 739 kr. |
Fylgjandi prísir eru nú galdandi fyri familjuhaldini á Mítt Nema:
| Hald | 2GB | 12GB | 32GB | 52GB | 102GB |
| 1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
| 2 | 269 kr. | 339 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
| 3 | 339 kr. | 409 kr. | 479 kr. | 519 kr. | 599 kr. |
| 4 | 405 kr. | 475 kr. | 539 kr. | 579 kr. | 659 kr. |
| 5 | 471 kr. | 541 kr. | 599 kr. | 639 kr. | 719 kr. |
| 6 | 537 kr. | 607 kr. | 659 kr. | 699 kr. | 779 kr. |
Eru ivamál um tillagingarnar ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin inn á gólvið í handlunum í Havn ella í Klaksvík.
Harafturat svara vit telefonini á 202020, allar gerandisdagar millum 9 og 16.
Tíðindi

Flo Rida á 2 fyri 1
Atgongumerkini koma til sølu 19. mai kl. 10. 6. juni verður stóra konsertin við Flo Rida við Tjarnir, og Nema eru stuðlar til tiltakið. Í tí sambandi fara vit at seta 50 atgongumerki, til 2 fyri 1 sølu, í Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tí hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika fyri at ogna sær atgongumerki til Flo Rida fyri hálvan prís. Atgongumerkini kosta 795 kr., og tú fært tvey atgongumerki fyri hendan prísin. Fyri at fáa gagn av tilboðnum skal tú koma inn í Nema handlin í Havn ella Klakvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Talan er um først til mølle, og tað ber ikki til at leggja atgongumerkir av. Neyðugt er at møta upp á staðnum. Harafturat hava vit eina avmarking er á 2 atgongumerki pr. kunda. Keyp eitt atgongumerki fyri 795 krónur og fá tvey. GG! Tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Um Flo Rida Flo Rida er ein av teimum kendastu popp- og hiphopartistunum í heiminum og hevur selt yvir 80 milliónir plátur. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2007 við sanginum “Low”, ið gjørdist eitt satt hitt og lá á fyrsta plássi á amerikanska Billboard Hot 100 í heilar 10 vikur. Síðani tá hevur hann givið út hitt eftir hitt, ið hava dominerað dansigólv, hitlistar og festivalpallar kring allan heim. Millum hesi stóru hitti eru Low, Right Round, Good Feeling, My House, Let It Roll, Wild Ones, Whistle, og Club Can’t Handle Me – sangir, ið næstan øll kenna, og sum hava fingið milliónir av fólkum at dansa og syngja við. Við sínum fangandi popp- og dansitónum hevur Flo Rida sett síni greiðu spor á altjóða popptónleik í nógv ár. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

ÁVARING: Følsk SMS-boð frá Samleikanum í umferð
Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing-álop, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan. Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki trýsta á leinkið. Ert tú hinvegin í tí óhepnu støðu, at tú longu hevur trýst á leinkið í SMS-boðunum, og latið tínar persónsupplýsingar, viðmæla vit tær at seta teg í samband við tín peningastovn beinavegin. Hvat skalt tú gera, um tú ivast? Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri. Hevur tú illgruna um at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum. Sterk felags verja Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur. Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum. Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygtUm tað er tíð hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir: Lat upp Samleika-appina. Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’ Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni www.samleikin.fo/endurnyggja Onnur tíðindi

Vinn einar Airpods Pro 3
Hvønn film, ið kemur út í 2026, hevði tú viljað sæð? Vit finna ein vinnara 27. apríl. Vinnarin fær beinleiðis boð, og verður kunngjørdur her á síðuni. Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Februar 2026
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema
Fleiri greinar