Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

5G er endiliga her

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri.

Hvat merkir hetta fyri teg?

Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar.

5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.
Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til.

Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið.

Fleiri nýggjar tænastur

Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis.

1. VoLTE

VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.
Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu.

2. 5G-farnet

Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum.

3. IoT

5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things.

4. VoWiFi (kemur skjótt)

Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms’a sum vænt.

Spennandi tíð fyri framman

Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.


Fleiri greinar