KT – Trygd
Samanhangandi trygdarloysn til fyritøkur, virkir og stovnar
Føroyskar fyritøkur verða eisini álopnar av teldusníkum
Vit vísa á tríggjar tilburðir, ið eru farnir fram hjá føroyskum fyritøkum. Hesi álop fóru fram uttan, at nakar visti ella hevði illgruna um tað.
TILBURÐUR 1
Servarin, ið arbeiddi fyri onnur
Eitt fjalt forrit framleiddi eitt talgilt gjaldoyra á servaranum hjá einum kunda. Eingin visti, hvussu leingi, tað hevði koyrt.
TILBURÐUR 2
Starvsfólkið var farið, men kontan var enn virkin
Onkur, úr Malaysia, ritaði inn við kontuni hjá einum fyrrverandi starvsfólkið.
TILBURÐUR 3
Multi-factor góðkenningin var virkin, men tað var ikki nóg mikið
Ein følsk síða til innritan gav teldusníkinum lykilin. Teldusníkurin fekk atgongd til fleiri enn 250 teldupostar.
OKKARA TRYGDARSKIPAN
Soleiðis hongur trygdin saman
Við KT-trygd frá Nema fáa tit eina samanhangandi trygdarskipan, har trygdarserfrøðingar halda eyga við tykkara KT-umhvørvi alt døgnið. Vit fyribyrgja, uppdaga og steðga hóttanum og álopum, so tit kunnu reka tykkara fyritøku í tryggum umhvørvi. Eitt KT-álop hevur trý stig: Áðrenn, ímeðan og aftaná. Trygdarskipanin hjá Nema hevur ein part til hvørt, og okkara trygdarserfrøðingar halda eyga við tykkara KT-umhvørvi alt samdøgrið.

ÁÐRENN
Fyribyrging

ISPM
Uppseting í Microsoft 365
Finnur skeivar uppsetingar, gamlar kontur og kontur við ov nógvum rættindum, áðrenn hesar verða misnýttar.
Hendan skipanin liggur í Cloud.
KANNAR:
- Skeivar upplýsingar
- Gamlar kontur
- Ov nógv rættindi
ÍMEÐAN
Uppdaga og steðga

ITDR
Brúkarar og innritanir
Sær stolnar innritanir og kontuyvirtøkur i Microsoft 365 umhvørvinum og kann steingja fyri ivasomum brúkarum.
Hendan skipanin liggur í Cloud.

EDR
Teldur og servarir
Sær innbrot, ransomware og ókend forrit, og kann avbyrgja telduna beinanvegin.
Hendan skipanin liggur lokalt á telduni
AFTANÁ
Skilja og prógva

SIEM
Loggføring úr øllum skipanum
Savnar og goymir loggar, so vit síggja júst hvat hendi. Tað gevur besta grundarlagið fyri frágreiðingum, fráboðanum og fyribyrging.
Hendan skipanin liggur í Cloud.
SAVNAR LOGGAR FRÁ:
- Teldum og servarum
- Brúkarum og innritanum
- Microsoft 365
Hvat merkja styttingarnar?
ISPM – Identity Security Posture Management
Herdir uppsetingina í Microsoft 365, áðrenn nakað hendir. Steingir hol í Multi factor góðkenningini og forðar innritanum úr ótryggum VPN. Eisini verða kontur, ið hava ov nógv rættindi avmarkaðar. Verður ein uppseting broytt, sum ikki skal broytast, verður hon rullað aftur.
Ransomware
Skaðiligt forrit, sum bronglar fílurnar hjá tykkum, og tað hevur við sær, at tit ikki sleppa at teimum, og síðani krevur pening fyri at lata tær upp aftur.
ITDR – Identity Threat Detection and Response
Verjir brúkarakonturnar. Sær tað, tá ið onkur ritar inn við stolnum loyniorði ella einum stolnum innritanarlykli – t.d. úr einum ókendum landi ella umvegis VPN – og kann steingja kontuna og slá allar innritanir út.
Cloud og lokalt
Cloud merkir, at verjan arbeiðir í skýnum, sum t.d. í Microsoft 365, og at einki skal leggjast inn hjá tykkum.
Lokalt merkir, at eitt lítið forrit liggur á sjálvari telduni ella servaranum og verjir har.
SIEM – Security Information and Event Management
Savnar loggar úr teldum, brúkarakontum, Microsoft 365 og øðrum skipanum á einum stað. Tá síggja vit mynstur, sum einstøk tól ikki síggja, og hava alt skjalfest, um ein hending skal greinast ella fráboðast.
Vakt 24/7
Trygdarserfrøðingar halda eyga við ávaringunum alt samdøgrið, allar dagar í árinum. Tey kanna, um tað er eitt veruligt álop, og steðga tí – og Nema fylgir upp og kunnar tykkum.
EDR – Endpoint Detection and Response
Verjir teldur og servarar. Á hvørjari teldu liggja fjaldir gildrufílar – rørir nakað við teir, er tað nærum altíð ransomware, og alarmurin gongur beinanvegin. EDR finnur eisini fjald forrit, sum royna at goyma seg í vanligum skipanum.
Phishing
Falskur teldupostur ella falsk síða, sum sær ekta út og roynir at fáa brúkaran at lata loyniorð, MFA-kodu ella aðrar upplýsingar frá sær.
LÆTT AT KOMA Í GONGD
Eingin orsøk at bíða
Beinavegin
KT-trygd alt samdøgrið
Skipanin er løtt at seta upp og byggir á teir trygdarmúrar, ið tit hava frammanundan. Tit verða tryggjað frá fyrsta degi.
Síðuleypandi
Trygdarkanning
Meðan verjan longu virkar, kanna vit alt KT-umhvørvið. Tit fáa yvirlit, raðfestar veikleikar og eina ætlan.
Eyka
Starlink neyðsamband
Verður ein kaðal kvettur – t.d. við vegarbeiði – skiftir sambandið sjálvvirkandi til Starlink.
RANSOMWARE Í TØLUM
Teldusníkar hava tol, men tað hava okkara trygdarserfrøðingar eisini
20 tímar
ganga tað í miðal frá, at teldusníkurin er komin inn á skipanina og til ransomware verður sett í gongd.
6 tímar
ganga tað í miðal frá, at dátur eru stolnar og til at tær verða bronglaðar
14 dagar
í 21% av førunum, sást ein illgrunasom innritan 14 dagar áðrenn, at fyritøkan var rakt av ransomware.
Kelda: Altjóða kanning hjá okkara trygdarveitara, 2025.
Spurningar og svar
Nei. Skipanin kann setast upp, uttan at arbeiðið verður ávirkað, tí talan er um eitt bakforrit. Skipanin kann byggjast á tað, ið tit hava frammanundan.
MFA er gott, men teldusníkar kunnu stjala innritanarupplýsingarnar og sleppa inn hóast tit hava MFA. Tí krevst eisini at hava eina skipan, ið hyggur at hvussu innritanin verður nýtt.
Tað er torført hjá tykkara KT-fólkið at halda vakt alt samdøgrið. Vit eru eyka eygu og hendur, serliga um næturnar, í vikuskiftinum og tá starvsfólk tykkara hava frí.
Prísurin veldst um, hvussu nógvar teldur og brúkarar tit hava. Tit fáa eitt tilboð eftir, at vit hava gjørt eina trygdarkanning.
Nema samstarvar við ein altjóða trygdarveitara, ið hevur trygdarserfrøðingar á vakt alt samdøgrið. Nema setir upp, ger rættingar, og er tykkara føroyski samstarvsfelagi.
VIT HAVA LOYSNINA
Kom í gongd í dag
Vit seta trygdina upp beinanvegin og leggja trygdarkanningina til rættis samstundis.
So finna vit eisini tað, ið tit ikki síggja í dag.
Um tit ynskja at hoyra meira ella bíleggja eina meting, eru tit vælkomin at fylla út teigarnar.
Vit seta okkum í samband við tykkum, og skipa fyri einum fundi, har vit umrøða tykkara tørv, og hvussu vit kunnu hjálpa tykkum.
Tilber eisini at seta seg í samband við okkum á
tlf: 20 20 20 ella umvegis teldupost nema@nema.fo



