Vit dagføra okkara undirstøðukervi týsmorgunin 10. november 2026 millum kl. 01.00 og 06.00. Í hesum tíðarskeiðnum kunnu tvey til fýra styttri avbrot koma fyri á mobildata, farnetinum og breiðbandstænastunum hjá okkum. Tú kanst tó framvegis ringja og senda SMS-boð sum vanligt. Vit takka fyri tolsemið.

Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Ment í Føroyum til
føroyska marknaðin

Nema Bókhald er ein bókhaldsskipan, sum er ment av føroyingum til føroyska marknaðin. Skipanin verður nýtt av fleiri enn 200 fyritøkum í Føroyum og verður áhaldandi ment, so at hon altíð er tíðarhóskandi.

Nema Bókhald er ein smidlig bókhaldsskipan, sum kann lagast eftir tørvinum hjá fyritøkuni. Skipanin hevur fleiri hentleikar og møguleikar, og kann víðkast, so hvørt tørvurin hjá fyritøkuni broytist.

Ein av stóru fyrimununum við Nema Bókhald er, at skipanin kann knýtast saman við øðrum Nema-skipanum. Tá kunnu upplýsingar flytast millum skipanirnar, so tit sleppa undan at skráseta somu upplýsingar fleiri ferðir. Tað sparir tíð, minkar um manuelt arbeiði og gevur eitt betri yvirlit í gerandisdegnum.

Tíðarhóskandi og trygt

Vit vita, at skipanir sum hendan eru undir støðugari menning. Tí víðarimenna vit skipanina áhaldandi, so at hon altíð er tíðarhóskandi. Vit bjóða eisini hýsing av skipanini hjá okkum, so at allar upplýsingar verða goymdar trygt hjá okkum.

Sakir
Viðheft skjøl
Dimensiónir
Talgildir fakturar (oioxml)
Kassaskipan
Roknskapur
App til vøruteljing
Tolling
Endurtøkuordrar
Netbanka integratión
Keypsordrar og goymslustýring

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva gott yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

RTS Contractors

Vit hava brúkt Lundan og Nema LØN í fleiri ár, og eru væl nøgd við skipanirnar. Skipanirnar eru hýstar hjá Nema og verða javnan dagførdar, soleiðis at vit altíð hava tíðarhóskandi skipanir. Tænastan frá Nema er góð, og hava vit serlig ynski til skipanina, siga vit frá og fáa tað ofta við í næstu slepping. Tað er stutt ímillum brúkara og mennara, og tað eru vit sera glað fyri. Svenhild BreiðaskarðRTS Contractors

KSS

Vit brúka Lundan, Løn og Tíð frá Nema, og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema, og tað eru vit sera væl nøgd við. Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosa við. Frimodt Rasmussen, stjóriKSS

Tórshavnar Maskinhandil

Vit fóru frá manuellum pappírsarbeiði til at brúka Lundan við kassaskipan á vári 2017. Mestsum alt pappír er spart burtur, arbeiðið er effektiviserað, og hetta hevur givið okkum nógv betri yvirlit. Skipanin er einføld og løtt at arbeiða við, tá man hevur sett seg inn í tað. Vit valdu at keypa føroyskt og eru væl nøgd við tænastuna frá Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Vilt tú vita meira?

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi

Heildarloysn til alla umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.

Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.