Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tænastur

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á Strondum

Undanbílegg áðrenn 15. juli ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt eftirfylgjandi bílegging av beinaran, uppsetan, gjaldið fyri montør og annað. Hetta er tí eiin fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Suðuroyggin á 2 fyri 1

Um 2 fyri 1 appina Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum, av ymiskum slag, ein stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru við vinir og familju. í fjør kom Nema út við nýggjum fyrimuni til allar okkara kundar. Talan er um ein fyrimun, ið vit kalla 2 fyri 1. Allir kundar hjá Nema kunnu fáa gleði av hesum fyrimuni, heilt ókeypis, við at taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Nema samstarvar við fyritøkur, matstovur og ymiskt virksemi í Føroyum, har fyritøkurnar saman við Nema, bjóða Nema kundum tvey fyri eitt. Sum kundi hjá Nema fært tú dupult so nógv fyri pengarnar. Vit eru sera fegin um, at vit kunnu eggja okkara kundum at steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tey eru góð við, til ein súkklutúr, eina biograf-vitjan, ein kaffimunn ella ein betri bita, heilt ókeypis. Suðuroyggin er á 2 fyri 1 Vit eru fegin um, at Suðuroyggin nú er umboðað á 2 fyri 1 appini. Vit hava gjørt nøkur samstørv í Suðri, og hava fingið fleiri góðar veitarar úr Suðuroynni. Ert tú suðuroyingur, ella skalt tú ein túr suður, so hava vit eisini okkurt til tín. Suðuroyar Kajakk 2 fyri 1 - Leiga eina kajakk í ein tíma og fá eina ókeypis. Suðuroyar Kajakk er burðardygg kajakkúleigan í Vági. Tey hava opið allar dagar, tá veðrið loyvir tí. At rógva kajakk er ein upplagdur møguleiki fyri at røra seg og fáa fríska luft. Tú bíleggur eina tíð við at ringja ella skriva á tlf. 266613. Glasstovan 2 fyri 1 - Keyp eina tvíflís og fá eina ókeypis. Tú kann velja millum høsnarunga, parmaskinku og laks. Glasstovan er ein hugnalig kafé mitt á Tvøroyri. Glasstovan hevur eina leskiliga matskrá við bæði heitum og køldum rættum. Umframt hetta tilber at fáa drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Pizzaria á Tvøroyri 2 fyri 1 - Keyp eina beyglu og fá eina ókeypis. Pizzaria á Tvøroyri er ein partur av Hotel Tvøroyri. Pizzaria er kent fyri sínar framúr góðu pitsur, men eisini er møguleiki at keypa annað gott úr matskránni - m.a. Beyglu við kipsi. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag. Sí allar 2 fyri 1 fyrimunirnar HER

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Frítt Data frá Nema

Vit gera klárt til 5G við nýggjum telefonhaldum frá Nema, og í hesum sambandi vilja vit eisini víðka um møguleikarnar hjá okkara kundum. Tí bjóða vit nú øllum kundum okkara telefonhald við fríum data.  Vit hava varnast, at GB-nýtslan í einari familju er ymisk. Tað kann t.d. vera, at ein í familjuni hevur brúk fyri meira GB enn restin av familjuni. Tí kunnu vit nú bjóða familjum møguleikan at hava ymisk telefonhald við sama brúkara á Mítt Nema.   Hetta merkir, at hóast telefonhaldini eru ymisk, kann sami persónur samskipa, gjalda og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.   "Vit eru sera errin av, at Nema enn einaferð er fyrst á marknaðin við einum haldi, sum loyvir óavmarkaðari nýtslu. Hesa ferð er talan um internet á telefonini. Kundar rinda eitt fast gjald hvønn mánað og kunnu brúka óavmarkað internet" Gudny Langgaard, stjóri á Nema Vit ynskja, at øll kunna royna Frítt Data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt Data fyri serprís fram til 31. juli.  Les meir um Frítt Data her Eitt farnet í øllum Føroyum  Nú hava allir føroyingar fingið ágóðan av nýggja farnetinum, sum er bæði skjótari og betri enn fyrrverandi farnetið. Nema og Føroya Tele samstarva um sama farnet, so sambandið verður tað sama fyri allar føroyingar.  5G er á gáttini, og nú manglar bert góðkenning frá einum veitara, áðrenn klárt verður at tendra 5G í øllum Føroyum. Enn er óvist, nær góðkenningin er klár, og tí er eingin dagur ásettur enn. Samstarvsavtalan millum Nema og Føroya Tele tryggjar, at báðir veitararnir tendra 5G samstundis, soleiðis at allir telefonkundar í Føroyum fáa atgongd til 5G í senn.  5G-farnetið gevur nógv hægri ferð og er orkuførari enn 4G-netið, sum er í løtuni. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað uppaftur skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.Somuleiðis er øll onnur útgerð, t.d. 3G og 4G, eisini dagførd og er blivin munandi skjótari í dag. ,,Vit eru sera fegin um nýggja netið. Kundarnir fáa net, sum røkkur munandi betur, og vit tryggja, at kapping er um prísir og tænastur," Gudny Langgaard Meir enn bara eitt telefonhald Sum telefonkundi hjá Nema hevur tú atgongd til 2 fyri 1 appina, har tú kanst bjóða onkrum, sum tú ert góð/ur við til ein betri bita, ein kaffimunn ella eina uppliving púra ókeypis. 2 fyri 1 appin hevur nógv góð tilboð og nógvar fyrimunir til kundar hjá Nema.  Á 2 fyri 1 appini bjóða vit eisini okkara kundum at vera við til ymisk tiltøk, t.d. konsertir, matupplivingar og mangt annað. Tilboðini á appini verða nógv nýtt, og vit arbeiða støðugt fyri, at appin er dagførd við nýggjum tilboðum og tiltøkum.

Tænastur – Hýsing (Roynd)

Vit bjóða brúkaravinarliga hýsing í føroyskum umhvørvi, sum er lagað eftir tínum ynski og tørvi. Vit bjóða: Virkishýsing Applikatiónshýsing Telduposthýsing Nema Desk, skriviborð á netinum Nema-skipanir Aðrar tænastur Dátuvernd grein Rakstur grein Net og trygd