Frítt Data frá Nema
Vit gera klárt til 5G við nýggjum telefonhaldum frá Nema, og í hesum sambandi vilja vit eisini víðka um møguleikarnar hjá okkara kundum. Tí bjóða vit nú øllum kundum okkara telefonhald við fríum data.
Vit hava varnast, at GB-nýtslan í einari familju er ymisk. Tað kann t.d. vera, at ein í familjuni hevur brúk fyri meira GB enn restin av familjuni. Tí kunnu vit nú bjóða familjum møguleikan at hava ymisk telefonhald við sama brúkara á Mítt Nema.
Hetta merkir, at hóast telefonhaldini eru ymisk, kann sami persónur samskipa, gjalda og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.
“Vit eru sera errin av, at Nema enn einaferð er fyrst á marknaðin við einum haldi, sum loyvir óavmarkaðari nýtslu. Hesa ferð er talan um internet á telefonini. Kundar rinda eitt fast gjald hvønn mánað og kunnu brúka óavmarkað internet“
Gudny Langgaard, stjóri á Nema
Vit ynskja, at øll kunna royna Frítt Data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt Data fyri serprís fram til 31. juli.
Eitt farnet í øllum Føroyum
Nú hava allir føroyingar fingið ágóðan av nýggja farnetinum, sum er bæði skjótari og betri enn fyrrverandi farnetið. Nema og Føroya Tele samstarva um sama farnet, so sambandið verður tað sama fyri allar føroyingar.
5G er á gáttini, og nú manglar bert góðkenning frá einum veitara, áðrenn klárt verður at tendra 5G í øllum Føroyum. Enn er óvist, nær góðkenningin er klár, og tí er eingin dagur ásettur enn. Samstarvsavtalan millum Nema og Føroya Tele tryggjar, at báðir veitararnir tendra 5G samstundis, soleiðis at allir telefonkundar í Føroyum fáa atgongd til 5G í senn.
5G-farnetið gevur nógv hægri ferð og er orkuførari enn 4G-netið, sum er í løtuni. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað uppaftur skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.
Somuleiðis er øll onnur útgerð, t.d. 3G og 4G, eisini dagførd og er blivin munandi skjótari í dag.
,,Vit eru sera fegin um nýggja netið. Kundarnir fáa net, sum røkkur munandi betur, og vit tryggja, at kapping er um prísir og tænastur,”
Gudny Langgaard
Meir enn bara eitt telefonhald
Sum telefonkundi hjá Nema hevur tú atgongd til 2 fyri 1 appina, har tú kanst bjóða onkrum, sum tú ert góð/ur við til ein betri bita, ein kaffimunn ella eina uppliving púra ókeypis. 2 fyri 1 appin hevur nógv góð tilboð og nógvar fyrimunir til kundar hjá Nema.
Á 2 fyri 1 appini bjóða vit eisini okkara kundum at vera við til ymisk tiltøk, t.d. konsertir, matupplivingar og mangt annað. Tilboðini á appini verða nógv nýtt, og vit arbeiða støðugt fyri, at appin er dagførd við nýggjum tilboðum og tiltøkum.
Fleiri greinar