Suðuroyggin á 2 fyri 1
Um 2 fyri 1 appina
Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum, av ymiskum slag, ein stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru við vinir og familju.
í fjør kom Nema út við nýggjum fyrimuni til allar okkara kundar. Talan er um ein fyrimun, ið vit kalla 2 fyri 1. Allir kundar hjá Nema kunnu fáa gleði av hesum fyrimuni, heilt ókeypis, við at taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina.
Nema samstarvar við fyritøkur, matstovur og ymiskt virksemi í Føroyum, har fyritøkurnar saman við Nema, bjóða Nema kundum tvey fyri eitt. Sum kundi hjá Nema fært tú dupult so nógv fyri pengarnar. Vit eru sera fegin um, at vit kunnu eggja okkara kundum at steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tey eru góð við, til ein súkklutúr, eina biograf-vitjan, ein kaffimunn ella ein betri bita, heilt ókeypis.
Suðuroyggin er á 2 fyri 1
Vit eru fegin um, at Suðuroyggin nú er umboðað á 2 fyri 1 appini. Vit hava gjørt nøkur samstørv í Suðri, og hava fingið fleiri góðar veitarar úr Suðuroynni. Ert tú suðuroyingur, ella skalt tú ein túr suður, so hava vit eisini okkurt til tín.
Suðuroyar Kajakk
2 fyri 1 – Leiga eina kajakk í ein tíma og fá eina ókeypis.
Suðuroyar Kajakk er burðardygg kajakkúleigan í Vági. Tey hava opið allar dagar, tá veðrið loyvir tí. At rógva kajakk er ein upplagdur møguleiki fyri at røra seg og fáa fríska luft.
Tú bíleggur eina tíð við at ringja ella skriva á tlf. 266613.
Glasstovan
2 fyri 1 – Keyp eina tvíflís og fá eina ókeypis. Tú kann velja millum høsnarunga, parmaskinku og laks.
Glasstovan er ein hugnalig kafé mitt á Tvøroyri. Glasstovan hevur eina leskiliga matskrá við bæði heitum og køldum rættum. Umframt hetta tilber at fáa drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið.
Pizzaria á Tvøroyri
2 fyri 1 – Keyp eina beyglu og fá eina ókeypis.
Pizzaria á Tvøroyri er ein partur av Hotel Tvøroyri. Pizzaria er kent fyri sínar framúr góðu pitsur, men eisini er møguleiki at keypa annað gott úr matskránni – m.a. Beyglu við kipsi.
Tak 2 fyri 1 appina niður í dag.
Sí allar 2 fyri 1 fyrimunirnar
Fleiri greinar