Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á Strondum

Undanbílegg/skráset teg í dag:

Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. 

Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. 

At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla.

Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Morgunmatur á Hotel Hafnia

Nú kanst tú, hvønn morgun, njóta lekkra morgunmatar sjálvtøkuborðið á Hotel Hafnia. Við 2 fyri 1 appini, kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við, at eta morgunmat heilt ókeypis. Morgunmatur er frá kl. 7.00 – 10:00 gerandisdagar og til kl. 10.30 í vikuskiftinum. Prísurin fyri vaksin er 189 kr. og við í prísinum eru allar drekkivørur so sum kaffi, té, djús og smoothie. Prísurin fyri børn 4-11 ár er 95 kr. Børn 0-3 ár eta ókeypis. Onnur tilboð á 2 fyri 1 í dag

Frítt Data við betri prísum

Síðan februar mánaða hava vit bjóða øllum føroyingum Frítt Data fyri serprís, og undirtøkan hevur verið sera góð. Serprísurin er galdandi til 31. oktobur, og tískil vilja vit kunna tykkum um Frítt Data, tínar møguleikar og hvat tú, sum kundi, skalt taka atlit til. Einki stress við Frítt Data Frítt Data nøktar tín tørv til eina og hvøjra tíð, eitt ‘stress-leyst’ telefonhald, har tú ikki skal hugsa um hvussu nógv data tú brúkar, og harvið at tú heldur ikki fært nakra eykarokningar ella eyka gjøld. Tað eru ikki nógv ár síðan, at Frí tala og frítt SMS varð kunngjørt, og hetta taka tey flestu av okkum fyri givið í dag. Síðan februar hevur eisini verið møguligt at fáa telefonhald við fríum data, so nú hava vit bundið eina sloyfu um tað heila, og kunnu bjóða eitt telefonhald, ið ikki gevur tær nakra óvæntaða rokning fyri datayvirnýtslu. Snikka Data saman eftir tørvi Við einstaklingahaldunum kanst tú snikka tíni telefonhald saman, sum tú vil. Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, í meðan foreldur hava 15GB ella 60GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni. At snikka haldini saman, sum einum lystir, er ein fyrimunir við einstaklingahaldunum, og hetta er ikki møguligt við familjuhaldunum. Prísurin á Frítt Data lækkar Vit hava lækkað vanliga prísin við 70 kr./mðn. Nú 25 ár + fáa Frítt Data fyri einans 279 kr./mðn. Ung, ið eru 24 og yngri ár sleppa at halda fram við Fríum Data fyri einans 99 kr./mðn. Bíligasta telefonhald í Føroyum Sum nakað nýtt, bjóða vit ungum undir 24 ár Føroya bíligasta telefonhald. Vit hava gjørt eitt nýtt hald til Ung, har tú fært 5 GB data, fría talu og frítt sms fyri einans 69 kr./mðn. Sí øll telefonhald her

Undirgrund konsert við Swangah

Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024. Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka – bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað – har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum. Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.

Sølufólk til okkara vinnutoymi

Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið. Fremsta uppgávan hjá tær verður: Søla av KT útgerð til vinnukundar Men eisini: Søla av samskiftis- og KT loysnum Røkt av kundum Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú: Hevur skil fyri KT Hevur høgt tempo og ert fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit: Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.


Fleiri greinar