Einki leyst starv
-
Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir
Brennir tú fyri góðari kundatænastu og ráðgeving innan fíggjarstýring, lønar- og starvsfólkaumsiting? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkunum í Føroyum? So kann tað vera júst tær, ið vit leita eftir. Um starvið Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum. Sum ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í Føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit leita eftir tær sum: Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum. Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at…
-
Nema søkir eftir handilssamskipara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá…
-
Sølufólk til okkara vinnutoymi
Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi og sum kann hjálpa okkum at vaksa uttanfyri Føroyar. Talan er um eitt sera spennandi og fjølbroytt starv, har tú fert at selja okkara skipanir uttanfyri Føroyar og samstundis vera við til at selja og skapa spildurnýggjar loysnir til føroyska vinnulívið. Tín fremsta uppgáva verður…
-
Fíggjarfrøðingur til Nema
Vilt tú vera við til at menna og automatisera okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Nema leitar eftir einum sterkum fíggjarfrøðingi (financial controller) við serligum denti á rakstur, dátugreining og roknskaparligar arbeiðsgongdir. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast hareftir.…
-
Nema søkir eftir DevOps mennara
Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Um starvið Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við…
-
Nema søkir eftir forritarum
Vit leita eftir forritarum at gerast partur av mennara toyminum á Nema og eftir einum/einari, ið vil geva sítt íkast til menningina av vinnuloysnunum hjá Nema. Sum partur av okkara menningartoymi, fert tú at hava ein avgerandi leiklut í at sniðgeva, innføra og viðlíkahalda okkara loysnir til føroysku vinnuna og kundar okkara. Tínar fremstu uppgávur…
-
Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd? Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her…
-
Nema søkir eftir net teknikkara
Vit leita eftir einum praktiskum og nærlagdum netteknikara til okkara net toymi. Tú verður partur av eini deild, sum arbeiðir bæði úti hjá kundum og á skrivstovuni, við at tryggja at netverk og sambond hjá okkara kundum virka optimalt – bæði hjá vinnu- og privatkundum. Arbeiðið fevnir um uppseting, konfigurering og feilrætting av netútgerð, serliga…
-
Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í…
-
Nema søkir eftir sølulærlingi
Ynskir tú at mennast og gerast stinnari innan sølu og kundarøkt?Nema søkir eftir sølulærlingi til handil okkara í Havn. Kom við og verð partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Útbúgvingin sum sølufólk tekur á leið 2 ár. Tú kann lesa meir um søluútbúgvingina á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum. STARVIÐTú verður partur av…



