Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir

Brennir tú fyri góðari kundatænastu og ráðgeving innan fíggjarstýring, lønar- og starvsfólkaumsiting? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkunum í Føroyum?  So kann tað vera júst tær, ið vit leita eftir. 

Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri 
ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum. 

Sum  ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í Føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir. 

Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond.  

  • Brennir fyri ráðgeving, tøkni og góðari kundatænastu
  • Hevur áhuga fyri KT og talgildum skipanum 
  • Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskifta 
  • Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt 
  • Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð 
  • Hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan fyrisiting og/ella umsiting 
  • Tað er ein fyrimunir, um tú hevur royndir við at brúka skipanirnar hjá Nema.  

Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum.  Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja.  

  • Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi 
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning 
  • Møguleikan at seta tín dám á menningina av skipanunum hjá Nema 
  • Tætt samstarv við okkara deildir innan menning, support og sølu 
  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti 
  • Góðan fleksibilitet og eina rúgvu av starvsfólkaágóðum 
  • Eitt fulltíðarstarv og løn eftir avtalu. 

Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. 

Starvsplássið verður á deildini hjá Nema í Klaksvík, men møguleiki er fyri at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. 
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Toftum Luid, menningarstjóra, á teldupost jtl@nema.fo. Umsókn og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026.