
Nema søkir eftir DevOps mennara
Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær!
Um starvið
Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við toymið innan infrakervið, forritan og produktmenning fyri at levera automatión, tekniskan stuðul og infrakervis-serkunnleika.
Tín uppgáva er at menna, stýra og optimera Azure umhvørvið hjá Nema og egin hýstu Kubernetes klustrini, samstundis sum tú tryggjar sporføri (logging) og eftirlit (monitoring), sum stuðla krøvum til compliance og trygd.
Við at varðveita høg tryggleikakrøv og optimera arbeiðsgongdir, verður tú við at menna eitt sterkt undirstøði, bæði fyri trygdardrivnan rakstur og nýhugsandi vørumenning.
Tínar fremstu uppgávur vera
Infrakervi og rakstur
- Menna og viðlíkahalda Azure-grundarlagið hjá Nema
- Menna og viðlíkahalda Kubernetes klustrini
- Automatisera deployment arbeiðsgongdirnar fyri at økja um effektivitet og álítandi rakstur
- Tryggja høgan tøkleika (high availability) og góða veiting í øllum produktiónsumhvørvum
- Kanna og innføra nýggjar mannagongdir til hýsingar umhvørvið fyri at tryggja framtíðar viðlíkahald og møguleika at skalera
Logging, monitoring og compliance
- Innføra, viðlíkahalda og betra um logging- og monitoring-loysnir, so fult gjøgnumskygni er í skipanunum
Trygd og álítandi rakstur
- Áhaldandi menna trygdarkarmarnar fyri infrakervi, deploy-mannagongdir og dagligan rakstur
- Fylgja við, finna og loysa veikleikar (vulnerabilities) í umhvørvum okkara
Tvørfakligt samstarv
- Samstarva tætt við menningar-, infrakervis-, og produkt toymið fyri at tryggja ómaksleysar sleppingar og samsvar við infrakervið
- Geva vegleiðing um best practice innan infrakervi og arkitekturval
- Luttaka í planlegging og samskipan sum infrakervis- og DevOps-serfrøðingur.
Vit vænta tí, at tú
- Hevur próvførdar royndir sum DevOps-mennari, við kunnleika til Azure og Kubernetes
- Hevur roydnir innan CI/CD-pipelines
- Er kendur við logging-, monitoring- og observability-plattformum
- Hevur framúr samstarvsevni tvørfakligt – bæði við teknisk og ikki-teknisk toymi
- Hevur konstruktivan, analytiskan og trupulleikaloysandi hugsunarhátt við denti á álítandi rakstur og compliance.
Afturfyri bjóða vit
- Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd
- Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum
- Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt
At leggja afturat
Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri.
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Fasta arbeiðsplássið verður í Nema deildini í Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá og eisini er møguleiki at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Løn verður sambært avtalu. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid, á teldupost jtl@nema.fo.
Tá tú søkir vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar.
Umsóknarfreistin er 4. januar 2026.

Umhvørvisvika í Vestmanna
Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil
We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin
We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind
The investment we made in Nema Løn and Nema Tíð paid for itself — and more — within the same year, because we’ve saved significantly on both administration and working hours. Previously, our employees filled out timesheets and everything had to be entered manually. Now people clock in and get paid for the actual hours they work, and we no longer have to register anything manually. Everything is therefore much faster, easier, and more accurate today. If there’s anything to ask, we call Nema, who have provided a very good service. Marni F. Joensen, Administration ManagerOilwind
Fleiri greinar