Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema søkir eftir net teknikkara

Vit leita eftir einum praktiskum og nærlagdum netteknikara til okkara net toymi. Tú verður partur av eini deild, sum arbeiðir bæði úti hjá kundum og á skrivstovuni, við at tryggja at netverk og sambond hjá okkara kundum virka optimalt – bæði hjá vinnu- og privatkundum.

Arbeiðið fevnir um uppseting, konfigurering og feilrætting av netútgerð, serliga Fortigate og Cisco, og tú kemur at spæla ein lyklaleiklut í at tryggja eina væleydnaða levering og góða kunduuppliving.

  • Konfigurering, test og levering av beinarum til vinnukundar
  • Uppseting og innlegging av netútgerð hjá kundum
  • Kunda- og toymissamskifti við aðrar deildir og veita tekniskan stuðul
  • Kunda vitjanir hjá privat- og vinnukundum við net- og Wi-Fi trupulleikum
  • Eftirkanning og optimering av netuppseting (beinarar, Wi-Fi og kábling)
  • Dokumentering av arbeiði og uppseting
  • Hevur royndir við samskipan av uppgávum 
  • Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta 
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd 
  • Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT 
  • Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring
  • Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur. 
  • Royndir við Fortinet FortiGate og/ella Cisco geva fyrimun
  • Kunnleika um fipur og netinstallatión
  • Útbúgving sum IT-supportari, elektrikkari ella líknandi tekniska útbúgving
  • Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd
  • Møguleika at arbeiða við nýggjastu net- og trygdartøkni
  • Góðar arbeiðsumstøður og eitt sterkt toymi
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning 
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum 

Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóannes Hestoy á telefon 794273 ella við at senda teldupost til jhe@nema.fo.

Umsóknarfreistin er 4. januar 2025.

Umhvørvisvika í Vestmanna

Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil

We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin

We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind

The investment we made in Nema Løn and Nema Tíð paid for itself — and more — within the same year, because we’ve saved significantly on both administration and working hours. Previously, our employees filled out timesheets and everything had to be entered manually. Now people clock in and get paid for the actual hours they work, and we no longer have to register anything manually. Everything is therefore much faster, easier, and more accurate today. If there’s anything to ask, we call Nema, who have provided a very good service. Marni F. Joensen, Administration ManagerOilwind


Fleiri greinar