Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Brátíðindi

Nema søkir eftir sølulærlingi

Ynskir tú at mennast og gerast stinnari innan sølu og kundarøkt?Nema søkir eftir sølulærlingi til handil okkara í Havn. Kom við og verð partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Útbúgvingin sum sølufólk tekur á leið 2 ár. Tú kann lesa meir um søluútbúgvingina á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum.  STARVIÐTú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvar aðrar spennandi uppgávur.   Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri, kunnu eisini væntast. UM TEG Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin.  Tú ert fyrikomandi og málsøkin  Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga Tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum. VIT BJÓÐA Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi  Møguleikan fyri at menna teg persónliga og fakliga  Møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar Eina rúgvu av starvsfólkaágóðum  Løn og setanartreytir sambært sáttmála. NEMAEr ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. FORVITIN?Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við handilsleiðara, Sigurð J. Simonsen á tel. 502047 ella á sjs@nema.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august 2025. Søk starvið

Frítt Data við betri prísum

Síðan februar mánaða hava vit bjóða øllum føroyingum Frítt Data fyri serprís, og undirtøkan hevur verið sera góð. Serprísurin er galdandi til 31. oktobur, og tískil vilja vit kunna tykkum um Frítt Data, tínar møguleikar og hvat tú, sum kundi, skalt taka atlit til. Einki stress við Frítt Data Frítt Data nøktar tín tørv til eina og hvøjra tíð, eitt 'stress-leyst' telefonhald, har tú ikki skal hugsa um hvussu nógv data tú brúkar, og harvið at tú heldur ikki fært nakra eykarokningar ella eyka gjøld. Tað eru ikki nógv ár síðan, at Frí tala og frítt SMS varð kunngjørt, og hetta taka tey flestu av okkum fyri givið í dag. Síðan februar hevur eisini verið møguligt at fáa telefonhald við fríum data, so nú hava vit bundið eina sloyfu um tað heila, og kunnu bjóða eitt telefonhald, ið ikki gevur tær nakra óvæntaða rokning fyri datayvirnýtslu. Snikka Data saman eftir tørvi Við einstaklingahaldunum kanst tú snikka tíni telefonhald saman, sum tú vil. Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, í meðan foreldur hava 15GB ella 60GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni. At snikka haldini saman, sum einum lystir, er ein fyrimunir við einstaklingahaldunum, og hetta er ikki møguligt við familjuhaldunum. Prísurin á Frítt Data lækkar Vit hava lækkað vanliga prísin við 70 kr./mðn. Nú 25 ár + fáa Frítt Data fyri einans 279 kr./mðn. Ung, ið eru 24 og yngri ár sleppa at halda fram við Fríum Data fyri einans 99 kr./mðn. Bíligasta telefonhald í Føroyum Sum nakað nýtt, bjóða vit ungum undir 24 ár Føroya bíligasta telefonhald. Vit hava gjørt eitt nýtt hald til Ung, har tú fært 5 GB data, fría talu og frítt sms fyri einans 69 kr./mðn. Sí øll telefonhald her

Undirgrund konsert við Swangah

Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024. Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka - bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað - har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum. Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.

Fipurnet til Strendur og Hoyvík

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 14, Hoyvík Hálsgøta, Strendur Eyrgøta 3 til 24, Strendur Lágargerði 1-16, Strendur Undanbílegg áðrenn 1. mars ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging

Einstaklinga Ung og Familja Ung haldini fara í søguna

Mikudagin 15. novembur fara Einstaklingahald Ung og Familja Ung í søguna. Einfalda orsøkin er, at tøknin, ið umsitur hesi hald, fer úr gildi. Hetta hevur við sær, at vit eru noydd at fáa allar kundar í hesum haldum at flyta í eitt annað hald.Um tú ert ein av hesum kundum, so er møguligt at flyta haldini yvir til Mítt Nema (maks 6 hald), ella forseta á einum familjuhaldi: Fyrimunir við Mítt Nema Við nýggju sjálvgreiðsluni, Mítt Nema, er tað einfalt og skjótt at avgreiða skiftið umvegis Nema appina ella netið.Leinkið, at heinta sjálvgreiðsluna til appina er niðanfyri. Trýst her, um tú vilt gera tað umvegis telduna/netið.Fyrimunir við Mítt Nema eru m.a.: Ongar eykarokningar Betri roaming tænasta Gev data og bið data frá øðrum. Nýmótans sjálvgreiðsla, ið ger tað lætt at umsita tíni hald Datarull, ið flytir restina av data yvir til komandi mánað. Forseta sum vanligt familjuhald: Títt hald verður flutt yvir í eitt Familjuhald sjálvvirkandi tann 15. novembur. Tó kanst tú altíð flyta verandi hald yvir til Mítt Nema eftirfylgjandi.Gevið gætur, at eingin avmarking er á nýtsluni á hesum haldi, og harvið er møguleiki fyri eykarokningum við meirnýtslu. Ivast tú enn? Ring til okkum á tlf. 202020 og vit hjálpa tær fegin. Gev gætur, at tað einans er møguligt, at skráseta gjaldskort til tænasturnar frá Nema í løtuni. Heinta Mítt Nema appina her