Frítt Data við betri prísum
Síðan februar mánaða hava vit bjóða øllum føroyingum Frítt Data fyri serprís, og undirtøkan hevur verið sera góð. Serprísurin er galdandi til 31. oktobur, og tískil vilja vit kunna tykkum um Frítt Data, tínar møguleikar og hvat tú, sum kundi, skalt taka atlit til.
Einki stress við Frítt Data
Frítt Data nøktar tín tørv til eina og hvøjra tíð, eitt ‘stress-leyst’ telefonhald, har tú ikki skal hugsa um hvussu nógv data tú brúkar, og harvið at tú heldur ikki fært nakra eykarokningar ella eyka gjøld.
Tað eru ikki nógv ár síðan, at Frí tala og frítt SMS varð kunngjørt, og hetta taka tey flestu av okkum fyri givið í dag. Síðan februar hevur eisini verið møguligt at fáa telefonhald við fríum data, so nú hava vit bundið eina sloyfu um tað heila, og kunnu bjóða eitt telefonhald, ið ikki gevur tær nakra óvæntaða rokning fyri datayvirnýtslu.
Snikka Data saman eftir tørvi
Við einstaklingahaldunum kanst tú snikka tíni telefonhald saman, sum tú vil. Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, í meðan foreldur hava 15GB ella 60GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.
At snikka haldini saman, sum einum lystir, er ein fyrimunir við einstaklingahaldunum, og hetta er ikki møguligt við familjuhaldunum.
Prísurin á Frítt Data lækkar
Vit hava lækkað vanliga prísin við 70 kr./mðn. Nú 25 ár + fáa Frítt Data fyri einans 279 kr./mðn. Ung, ið eru 24 og yngri ár sleppa at halda fram við Fríum Data fyri einans 99 kr./mðn.
Bíligasta telefonhald í Føroyum
Sum nakað nýtt, bjóða vit ungum undir 24 ár Føroya bíligasta telefonhald. Vit hava gjørt eitt nýtt hald til Ung, har tú fært 5 GB data, fría talu og frítt sms fyri einans 69 kr./mðn.
Fleiri greinar