Undirgrund konsert við Swangah
Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024.
Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka – bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað – har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum.
Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey.
Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.
Fleiri greinar