Einstaklinga Ung og Familja Ung haldini fara í søguna
Mikudagin 15. novembur fara Einstaklingahald Ung og Familja Ung í søguna. Einfalda orsøkin er, at tøknin, ið umsitur hesi hald, fer úr gildi. Hetta hevur við sær, at vit eru noydd at fáa allar kundar í hesum haldum at flyta í eitt annað hald.
Um tú ert ein av hesum kundum, so er møguligt at flyta haldini yvir til Mítt Nema (maks 6 hald), ella forseta á einum familjuhaldi:
Fyrimunir við Mítt Nema
Við nýggju sjálvgreiðsluni, Mítt Nema, er tað einfalt og skjótt at avgreiða skiftið umvegis Nema appina ella netið.
Leinkið, at heinta sjálvgreiðsluna til appina er niðanfyri. Trýst her, um tú vilt gera tað umvegis telduna/netið.
Fyrimunir við Mítt Nema eru m.a.:
- Ongar eykarokningar
- Betri roaming tænasta
- Gev data og bið data frá øðrum.
- Nýmótans sjálvgreiðsla, ið ger tað lætt at umsita tíni hald
- Datarull, ið flytir restina av data yvir til komandi mánað.
Forseta sum vanligt familjuhald:
Títt hald verður flutt yvir í eitt Familjuhald sjálvvirkandi tann 15. novembur. Tó kanst tú altíð flyta verandi hald yvir til Mítt Nema eftirfylgjandi.
Gevið gætur, at eingin avmarking er á nýtsluni á hesum haldi, og harvið er møguleiki fyri eykarokningum við meirnýtslu.
Ivast tú enn?
Ring til okkum á tlf. 202020 og vit hjálpa tær fegin.
Gev gætur, at tað einans er møguligt, at skráseta gjaldskort til tænasturnar frá Nema í løtuni.
Heinta Mítt Nema appina her
Fleiri greinar