Brátíðindi
Fipurnet til Strendur og Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 14, Hoyvík Hálsgøta, Strendur Eyrgøta 3 til 24, Strendur Lágargerði 1-16, Strendur Undanbílegg áðrenn 1. mars ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging
Einstaklinga Ung og Familja Ung haldini fara í søguna
Mikudagin 15. novembur fara Einstaklingahald Ung og Familja Ung í søguna. Einfalda orsøkin er, at tøknin, ið umsitur hesi hald, fer úr gildi. Hetta hevur við sær, at vit eru noydd at fáa allar kundar í hesum haldum at flyta í eitt annað hald.Um tú ert ein av hesum kundum, so er møguligt at flyta haldini yvir til Mítt Nema (maks 6 hald), ella forseta á einum familjuhaldi: Fyrimunir við Mítt Nema Við nýggju sjálvgreiðsluni, Mítt Nema, er tað einfalt og skjótt at avgreiða skiftið umvegis Nema appina ella netið.Leinkið, at heinta sjálvgreiðsluna til appina er niðanfyri. Trýst her, um tú vilt gera tað umvegis telduna/netið.Fyrimunir við Mítt Nema eru m.a.: Ongar eykarokningar Betri roaming tænasta Gev data og bið data frá øðrum. Nýmótans sjálvgreiðsla, ið ger tað lætt at umsita tíni hald Datarull, ið flytir restina av data yvir til komandi mánað. Forseta sum vanligt familjuhald: Títt hald verður flutt yvir í eitt Familjuhald sjálvvirkandi tann 15. novembur. Tó kanst tú altíð flyta verandi hald yvir til Mítt Nema eftirfylgjandi.Gevið gætur, at eingin avmarking er á nýtsluni á hesum haldi, og harvið er møguleiki fyri eykarokningum við meirnýtslu. Ivast tú enn? Ring til okkum á tlf. 202020 og vit hjálpa tær fegin. Gev gætur, at tað einans er møguligt, at skráseta gjaldskort til tænasturnar frá Nema í løtuni. Heinta Mítt Nema appina her