Uncategorized @fo-fo

Net-serfrøðingur til Nema
Kundi tú hugsað tær verið partur av føroya størstu netverksverkætlan? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?So søk starvið sum skjótast! UM STARVIÐ Nema er størsti veitari av Fortinet í Føroyum, og í samband við, at vit nú eru við at seta í verk Skúlanet á øllum skúlum í Føroyum, hava vit tørv á at styrkja um toymið hjá okkum. Sum net-serfrøðingur hjá okkum fert tú eisini at ráðgeva og tryggja reglusemið við verandi kundar, umframt at arbeiða við nýggjum kundum og loysnum. Við støðugari førleikamenning tryggja vit, at tínar loyvisgóðkenningar og tøkniliga vitan, allatíð verða hildin við líka og styrkt. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi við nógvum royndum og spennandi avbjóðingum. Nema er harafturat eitt gott arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. UM TEG Vit hugsa, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan net, men framum alt, at tú hevur áhuga fyri økinum og teimum avbjóðingum, sum hartil hoyra. UMSÓKN OG FREIST Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn. Søk starvið Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. UM TÚ VILT MEIRA Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Ráðgevi innan bókhaldsskipan
Ljóðar bókhald, tøkni og kundatænasta sum tann fullkomna samansetingin til tín?Og kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkum í Føroyum?So burdi tú arbeitt her hjá okkum í Nema! UM STARVIÐ Vegna alsamt vaksandi virksemi hava vit tørv á einum tøkniliga áhugaðum bókhaldara, sum kann vera við at seta í verk góðar og rakstrartryggar loysnir til okkara kundar. Sum ráðgevi innan bókhald hjá Nema fert tú m.a. at ráðgeva okkara kundum um okkara bókhaldsskipan. Hetta er ein skipan, sum verður nýtt av fyritøkum í øllum støddum, og tú fært tí ein breiða vitan um skipanina og tær samansetingar, ið kunnu gerast við henni. Harafturat verður tú eisini við til at menna og mynda skipanina frameftir. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning altíð ganga hond í hond. Í Nema hava vit starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. UM TEG Vit vænta, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan bókhald, umframt ein áhuga fyri tøkni og góðari kundatænastu. UMSÓKN OG FREIST Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 6. oktober 2023, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Søk starvið Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. UM TÚ VILT MEIRA Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

2 fyri 1 – Nýggj tænasta frá Nema
Sumt er betri saman! Við 2 fyri 1 kunnu tit nú steðga á eina løtu, leggja allar eindir frá tykkum og bjóða einum, sum tit eru góð við, til eitt av okkara mongu og góðu tilboðum - og síðan bara njóta samveruna, meðan tit løða upp aftur. Hevur tú eisini eitt gott dømi um okkurt, ið gerst betri saman við øðrum? Vit hava savnað nógv hugskot og tilboð til tín og tíni. Les meira á www.2fyri1.fo