Tvungin ella lógarkravd eftirløn pr. 1. januar 2023
Tvungin ella minstakrav fyri lógarkravda eftirløn skal broytast frá 8% til 9% pr.1. januar 2023. Henda eftirlønin hækkar við 1% hvørt árið fram til 2026, tá hon er komin uppá 12%. (Sí kunngerdaportalur.fo 69/2015).
Hetta er galdandi fyri øll frá 0 til pensjónsaldur.
Undantak kann gevast útlendingum við arbeiði í Føroyum í styttri áramál.
Tó er eitt “bagatell” mark sett uppá eftirløn undir 30 kr..
Tvs., at inntøka íroknað frítíðarløn/ískoyti upp til 333,34 kr. er undantikin kravi um eftirløn. ( 9% av 333,34 kr = 30 kr.)
Ynskir ein at koma undir hetta mark, ber til í lønarportalinum at deila viðkomandi upp í fleiri linjur, men er eftirlønin ov lág uppá ársbasis, fær viðkomandi løntakari eina heilsan frá TAKS um at gjalda munin.
Tey, sum fáa fólkapensjón (vanliga frá 67 ára aldri), kunnu IKKI fáa eftirløn. Tað noktar lønportalurin fyri. Hava arbeiðsgevarar skyldu til at gjalda hesum eftirløn, tí sáttmáli ella avtala sigur tað, so má arbeiðsgevari útgjalda hesum sína eftirløn sum vanliga løn. Hetta verður vanliga gjørt við at stovna ein “frádrátt” til “útgoldna eftirløn”.
Tey, sum hava lógarkravda ella tvungna eftirløn í síni lønarskipan, skulu broyta eginpartin frá -8% til -9% og eftirlønina frá 8% til 9%,
Um ein hevur brúkt satsin 8,96%, skal hesin broytast til -10,08% og 10,08%.
Um ein hevur brúkt satsin 8,12%, skal hesin broytast til -9,14% og 9,14%.
Tvungin eftirløn verður roknað av allari A-inntøku íroknað frítíðarløn/ískoyti.
Vanlig eftirløn verður roknað av allari A-inntøku men ikki íroknað frítíðarløn/ískoyti.
Løntengd almenn gjøld pr. 1. januar 2023
Gjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er óbroytt 3,0%. (Sí kunngerdaportalur.fo 70/2018)
Gjaldið til Barsilsskipanina er óbroytt 0,86%. (Sí kunngerdaportalur.fo xxx/2020)
Gjaldið til Vinnusjúkragrunnin er óbroytt 0,10%
(Gjaldið til Barsils- og Vinnusjúkragrunnin verða kravd inn saman).
Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina er óbroytt 1.0%
Samlaða gjaldið til hesi almennu gjøldini er sostatt óbroytt 4,96%
Gjaldið til Trygdargrunn Fiskivinnurnar er óbroytt 0,6%. (Sí kunngerdaportalur.fo 121/2016)
Ymiskt um ársenda/byrjan í dos-klokku- & dos-lønarskipan 2022/2023
Við at opna hesa niðanfyri standandi fílu “arsendi22.pdf” kanst tú lesa um, hvat skal gerast í samband við ársskiftið 2022/23 hjá teimum við dos-lønarskipan og dos-klokkuskipan.
Tey, sum hava ALS Fiskavirkisskipan í dos-lønarskipan, skulu taka hesa niðanfyri standandi fílu “ALSSKEMA.TXT” niður og goyma hana (høgraklikk og gem som) í directory ..\AVRLON. (Vanliga c:\avrlon). Svara J fyri at yvirskriva.
Um tú ivast, hvar lønarskipanin liggur, kanst tú høgraklikkja á ikonið fyri lønarskipan og hyggja undir “egenskaber”.”
Nema Løn og árskiftið 2023
Tey, sum nýta lønaskipanin Nema Løn (forritað í windows, .net og sql), skulu ikki gera nakað serligt ísamband við nullstilling av lønartotalum. Alt er datostýrt.
Tó skulu tey við Fiskavirkisskipan (á flakavirkjum) velja at dagføra FV-skeiðini fyri 2023.
Hetta gera tey við at velja “Fiskavirkisskipan” og síðani velja “Innles FV-skeið NEMA dagføring”.
Annars verður víst til grein ovast um at rætta tvungna eftirløn.
Og til grein niðanfyri um at broyta eftirlønir hjá manningarfeløgum hjá teimum, sum avrokna millum skip og manning.
Rætta eftirlønir hjá fiskiskipum í Nema Lønarskipan pr. 1. januar 2023
Allar eftirlønir eginpartur hjá manningum í % mugu broytast frá 8 ella -8 til 9 ella -9.
Hjá teimum, sum nýta forskot, skal flugubein verða sett í at rokna av frítíðarløn eisini.
Vel listar, vel frádráttir og rætta hesar:
8720, 8722, 8724 og 8728 hjá S&N
8750, 8752, 8754 og 8758 hjá MF
8780, 8782, 8784, 8786 og 8788 hjá FF
Tað kunnu verða onnur nummur hjá onkrum, men mátin er tann sami.
Tey, sum nýta gomlu lønarskipanina, skulu velja forrit HF á forsíðuni (um enn onki HF sæst)
og har rætta linju d) og h) og l) frá -8 og 8 til -9 og 9.