Uncategorized @fo-fo
-
Palli Halaleysi á 2 fyri 1
Nú hava Nema telefonkundar møguleika at bjóða onkrum við í biograf í heystfrítíðini til Palla Halaleysa. Sýningin verður hósdagin 16. oktobur kl. 13, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Svenski klassikarin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972, og snýr seg um…
-
Øll børn hava nú sama trygga KT-net í skúlanum
Í novembur 2021 skrivaðu Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni og Gudny Langgaard, stjóri í Nema, undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet, og nú er hetta arbeiðið loksins komið á mál. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar og lærarar í Føroyum nú hava sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum. Skúlanet veitir net, KT-skipanir,…
-
Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag
Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst. Vit…
-
Nema er fyrst við iPhone 17
Nú eru fyrstu telefonirnar í iPhone 17 røðini komnar til Føroya, og tær eru sjálvsagt lendar í Nema handlunum. Tey, ið hava undanbílagt fáa boð skjótast tilber. iPhone 17 røðin Apple hevur kunngjørt fýra nýggjar telefonir í Iphone 17 røðini. Iphone 17, Iphone Air, Iphone 17 pro og Iphone 17 Pro Max. Felags fyri øll…
-
Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit.…
-
Nema stuðlar – GameJam
GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og…
-
Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur
Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk,…
-
Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur
Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka…
-
Stovukonsert við Beinir
STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú…
-
Nýggjur nethandil til vinnuna
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so…



