Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Uncategorized @fo-fo

Frítt Data við betri prísum

Síðan februar mánaða hava vit bjóða øllum føroyingum Frítt Data fyri serprís, og undirtøkan hevur verið sera góð. Serprísurin er galdandi til 31. oktobur, og tískil vilja vit kunna tykkum um Frítt Data, tínar møguleikar og hvat tú, sum kundi, skalt taka atlit til. Einki stress við Frítt Data Frítt Data nøktar tín tørv til eina og hvøjra tíð, eitt 'stress-leyst' telefonhald, har tú ikki skal hugsa um hvussu nógv data tú brúkar, og harvið at tú heldur ikki fært nakra eykarokningar ella eyka gjøld. Tað eru ikki nógv ár síðan, at Frí tala og frítt SMS varð kunngjørt, og hetta taka tey flestu av okkum fyri givið í dag. Síðan februar hevur eisini verið møguligt at fáa telefonhald við fríum data, so nú hava vit bundið eina sloyfu um tað heila, og kunnu bjóða eitt telefonhald, ið ikki gevur tær nakra óvæntaða rokning fyri datayvirnýtslu. Snikka Data saman eftir tørvi Við einstaklingahaldunum kanst tú snikka tíni telefonhald saman, sum tú vil. Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, í meðan foreldur hava 15GB ella 60GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni. At snikka haldini saman, sum einum lystir, er ein fyrimunir við einstaklingahaldunum, og hetta er ikki møguligt við familjuhaldunum. Prísurin á Frítt Data lækkar Vit hava lækkað vanliga prísin við 70 kr./mðn. Nú 25 ár + fáa Frítt Data fyri einans 279 kr./mðn. Ung, ið eru 24 og yngri ár sleppa at halda fram við Fríum Data fyri einans 99 kr./mðn. Bíligasta telefonhald í Føroyum Sum nakað nýtt, bjóða vit ungum undir 24 ár Føroya bíligasta telefonhald. Vit hava gjørt eitt nýtt hald til Ung, har tú fært 5 GB data, fría talu og frítt sms fyri einans 69 kr./mðn. Sí øll telefonhald her

Undirgrund konsert við Swangah

Nú hava Nema kundar møguleika at koma við til eina serstaka og heldur øðrvísi konsert við Swangah tann 8. novembur 2024. Konsertin fer fram á einum ókendum staði í Tórshavn. Møtt verður í Nema, á Smyrilsvegi 5, kl 21.00, har vit bjóða ábit og okkurt at drekka - bæði við og uttan prosentir. Síðan fylgjast vit til eitt ókent stað - har Swangah fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp, so syrgja vit fyri snacks, drekkilsi, góðum stemningi og transport á kvøldinum. Keyp eitt atgongumerki fyri 200 krónur og fá tvey. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.

Sølufólk til okkara vinnutoymi

Nema leitar eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi. Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja ta nýggjastu tøknina og loysnirnar, vegleiða og hjálpa okkara kundum – og samstundis vera við til at skapa spildurnýggjar loysnir til alt tað føroyska vinnulívið. Fremsta uppgávan hjá tær verður: Søla av KT útgerð til vinnukundar Men eisini: Søla av samskiftis- og KT loysnum Røkt av kundum Hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú: Hevur skil fyri KT Hevur høgt tempo og ert fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit: Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. NEMA er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 18. oktobur 2024.

Faroe Express stafettin

Leygardagin 24. august var árliga Faroe Express Stafettin í nýggja umhvørvinum, hjá Faroe Ship, á Skansabrygguni í Havn. Rammurnar fyri tiltakið vóru serstakliga góðar og nýggja umhvørvið, og nýggi Faroe Ship bygningurin, hóaskaði seg sera væl til eitt slíkt tiltak. Á leið 1500 luttakarar vóru við til stafettina í ár og millum tey taldust 24 av starvsfólkunum hjá Nema, ið vóru umboðað við 8 liðum til stafettina. Vit eru sera fegin um at vera stuðlar til væleydnaðu Faroe Express stafettina og fegin um, at vit kunnu vera við til at menna tiltakið, ið er til gangn fyri so nógvar Føroyingar. Vit takka Faroe Ship fyri gott samstarv, og gleða okkum til komandi ár.

Undan frumsýning av ‘It Ends With Us’

Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av stórfilminum, It Ends With Us, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 30. august kl. 20.00. Vit rulla reyða leyparin út og bjóða eitt glas av boblum og okkurt søtt áðrenn sýningina. Tí vilja vit bjóða øllum vælkomnum frá kl 19.30 í Havnar bio. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn. Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. It Ends With UsFilmurin, It ends with us, er ein kærleiksfilmur, ið byggir á bestseljara-, kærleiksskalssøguna, ið er skrivað av Colleen Hoover í 2016. lumtókta Blake Lively spælir høvuðsleiklutin í filminum. Filmurin er ein kærleikasøga, ið fylgir Lily Bloom, tá hon flytir aftur til heimstað sín, og opnar ein blómuhandil. Hennara fyrsti kærleiki verður aftur ein partur av hennara lívi, og vendir forholdið til tann sjarmerandi, men voldliga, skurðlæknan á høvdið. Lily skal taka eina sera torføra avgerð um sína framtíð. Sí forfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=DLET_u31M4M

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á Strondum

Undanbílegg áðrenn 15. juli ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt eftirfylgjandi bílegging av beinaran, uppsetan, gjaldið fyri montør og annað. Hetta er tí eiin fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Fipurnet til Vestmanna, Klaksvík & Tórshavn

Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum: Fjallsvegur, Vestmanna Bumshamarsvegur 38, Klaksvík Torvgøta 31, Klaksvík Smiðjugerði, Tórshavn Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fibur og útbygging

Marcus & Martinus á 2 fyri 1 appini

Stóra konsertin við Marcus & Martinus verður 28. septembur í Høllini á Hálsi, og nú kanst tú sum telefonkundi hjá Nema, ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 450 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Ynskir tú at ogna tær 2 atgongumerki fyri 1 prís, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um Markus og MartinusTvillingabeiggjarnir eru millum teir størstu, innan popp tónleik, í Skandinavnia. Teir 21 ára gomlu beiggarnir, úr Norra, hava fingið sera góða móttøku í tey 10 árini, teir hava verið á tónleikapallinum. Nú fara teir á tónleikaferð, og vit eru so heppin, at Marcus og Martinus eisini leggja leiðina framvið føroysku oyggjarnar. Í hesi 10 árini hava teir m.a. hitað upp fyri Jason Derulo og havt nógvar konserir, ið hava verið útseldar innan fáar minuttir. Ein av sangunum hjá teimum, Elektrisk, hevur norskt met og er tann mest spældi norski sangurin nakrantíð. Somuleiðis hava teir hundrað milliónir av stroymingum á tænastum sum Youtube og Spotify. í ár umboðaðu teir Svøríki til Eurovision og endaðu á einum 9. plássi. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Vinn eina ferð fyri tvey til London

Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einari ferð til London við Atlantic Airways. Vit gjalda fyri bæði flogferðaseðlar, uppihald og geva tykkum lummapening við til túrin.  Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 1. juni til 12. juli, eru við í lutakastinum.  Treytir - Kappingin er bert galdandi fyri fjarskiftiskundar hjá Nema. Vinningurin skal nýtast áðrenn 31. august 2024 og talan er um dupultkamar á gistingarhúsið í London. Lummapeningurin, áljóðandi 5.000kr, verður útflýggjaður við fráferð. Um tað ikki er møguligt at ferðast í hesum tíðarskeiðnum, verður annar vinnari trektur. Vinn gávukort og atgongumerkir til Voxbotn Vit eru í gávuhýri og til 12. juli fara vit at burturluta gávubrøv á 500 kr. frá Hvonn, Effo og Kafé Kaspar. Harafturat fara vit at trekkja lut um tvey atgongumerkir til VoxbotnFylg við á Facebook og Instagram síðuni fyri at luttaka í kappingunum um gávubrøv og Voxbotn atgongumerki. Instagram Facebook Effo bilvask erávegis á 2 fyri 1 appina Keyp eitt Super bilvask frá Effo og fá næsta bilvaskið ókeypis. Tá tú keypir bilvask frá Effo og skannar QR kotuna við 2 fyri 1 appini, fært tú tveir virðislyklar fyri sama prís. Goym tann seinna virðislykilin í bilinum ella gev onkrum, ið tú ert góður við, eitt ókeypis bilvask.  2 fyri 1 tilboð

Fipurnet til Hellurnar

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

1 2 3