Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Persóndátupolitikkur

Nema fær til vega og viðger fleiri persónupplýsingar um teg, tá ið tú brúkar okkara tænastur. Í hesum sambandi halda vit okkum til galdandi dátuverndarlóg. Í hesum bóklingi hava vit samlað ymsa kunning um, hvussu vit lúka allar treytir og halda lógina.

Nema sum dátuabyrgdari ella dátuviðgeri
Tá ið Nema viðger persóndátur, kunnu vit hava tveir leiklutir: vit kunnu vera dátuábyrgdari ella dátuviðgeri.

Nema er í summum førum dátuábyrgdari, tí vit savna nógvar upplýsingar um kundar okkara, sum verða brúktar til ymisk endamál. Upplýsingarnar koma vanliga frá sjálvum kundanum og verða skrásettar av Nema, tá ið haldaraavtala verður gjørd, ein tænasta verður keypt, ella at einhvør sáttmáli verður gjørdur við Nema, har tað er neyðugt at savna og viðgera persónupplýsingar. Í summum førum kann tó koma fyri, at upplýsingarnar koma frá øðrum enn sjálvum kundanum.

Í báðum førum ger Nema av, hvat endamálið er við at skráseta persónupplýsingarnar – og við hvørjum hjálparmiðlum tær verða viðgjørdar. Tað merkir, at Nema er dátuábyrgdari, tá ið tað snýr seg um tær persónupplýsingar, sum vit savna um kundar okkara, og tí hevur ábyrgd at liva upp til lógarkrøvini. Tað gera vit við at skjalfesta, at okkara viðgeravirksemi samsvarar við reglurnar í dátuverndarlógini.

Hvør hevur ábyrgdina av viðgerðini av tínum persónupplýsingum?
Nema pf, Smyrilsvegur 5, Postboks 109, 110 Tórshavn ger av, til hvat endamál og við hvørjum hjálparmiðlum tínar persónupplýsingar verða savnaðar og viðgjørdar.

Persóndátupolitikkur, har Nema er dátuábyrgdari
Í persóndátupolitikkinum hjá Nema, sum er um tann partin, har Nema er dátuábyrgdari, kanst tú í hesum brotum lesa um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar:

  1. Nema sum dátuábyrgdari
  2. Hvør hevur atgongd til tínar persónupplýsingar?
  3. Nema sum dátuviðgeri
  4. Hvørji rættindi hevur tú sum skrásettur persónur?
  5. Soleiðis setur tú teg í samband við Nema
  6. Broytingar í persóndátupolitikkinum

1. Nema sum dátuábyrgdari

Tær persónupplýsingar, sum Nema savnar um teg, verða brúktar til ymisk endamál, har tað veldst um, hvar tú ert í kundatilgongdini. Tá ið tú vitjar okkum á heimsíðu okkara, savna vit ymiskar persónupplýsingar um tína ferðing á heimasíðuni umvegis farspor, og um tú velur at gera eina haldaraavtalu við okkum, savna vit fleiri samleikaupplýsingar um teg, so at vit kunnu senda rokning – ella avhenda ta avtalaðu tænastuna til tína adressu.

Tínar persónupplýsingar tæna ymiskum endamálum, sum kunnu býtast upp eftir, hvar tú ert í kundatilgongdini. Kundatilgongdin er lýst niðanfyri og er býtt upp í 4 stig. Tað er ein fortreyt, at Nema savnar persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit eru før fyri at geva tær ta avtalaðu tænastuna.
Aðrar støður kunnu eisini vera, har Nema savnar og viðger upplýsingar um teg. Nema viðger eisini persónupplýsingar, tá ið nýggj starvsfólk skulu útvegast og í sambandi við ognarfyrisiting. Hesi føri verða lýst síðst.

1. stig: Tú byrjar tína kundaferð við at kanna

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu ella setur teg í samband við okkum upp á annan hátt, m.a. gjøgnum telefon, sendir ein teldupost ella kemur inn í ein av okkara handlum, savnar Nema ymiskar upplýsingar um teg. Tað er neyðugt at savna tínar persónupplýsingar fyri at kunna vegleiða teg og ráðgeva tær um tær vørur og tænastur, sum Nema bjóðar.

Tá ið tú kannar, hvørjar tænastur og vørur Nema hevur, er tað antin vera sum privatpersónur, umboðsfólk fyri eina fyritøku, veitari hjá Nema ella sum ein av samstarvsfeløgunum hjá Nema o.a.

Endamál
Persónupplýsingar, sum verða savnaðar, hava til endamáls at:

  • Kunna geva tær ella tínum arbeiðsgevara eitt tilboð
  • Fyrireika tær tænastur og vørur, sum vit selja
  • Fremja marknaðarvirksemi, m.a. at senda út tíðindabrøv og tilboð, at kunngera vørur og tænastur, kappingar
  • Vegleiða og ráðgeva um veitingar og tænastur hjá Nema
  • Móttøka og handfaring av skyldunum hjá Nema sambært dátuverndarlóginini

Bólkar av persónupplýsingum
Tær persónupplýsingar, sum Nema savnar til hesi endamál, kunnu vera:

  • Samleikaupplýsingar, m.a.
    • Navn, adressa (privat og/ella fyritøka), telefonnummar, teldupostur, føðingardagur og IP-adressa
  • Upplýsingar um tína arbeiðsstøðu, m.a.
    • Navn á fyritøku, starv, V-tal hjá fyritøku
  • Kundaupplýsingar, m.a.
    • Søguligar vøruhendingar, søgulig keyp av tænastuveitingum og tænastum, kundanummar o.a.
  • Upplýsingar at brúka til marknaðarvirksemi, m.a.
    • At skráseta samtykki til at taka ímóti marknaðartilfari o.a.
  • Aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar til hesi endamál

Nema savnar hesar persónupplýsingar ígjøgnum KT-skipanir hjá Nema, heimasíður og KT-skipanir, sum undirveitarar veita, men vit kunnu eisini savna upplýsingar um teg, sum tú sjálv/ur upplýsir í telduposti ella pappírsskjølum, m.a. brøvum.

Samleikaupplýsingar og upplýsingar um tína arbeiðsstøðu koma sum útgangsstøði frá tær sjálvum, uttan so at tú áður ert stovnaður sum endabrúkari ígjøgnum tína fyritøku. Í hesum sambandi vilja vit hava nakrar samleikaupplýsingar um teg, m.a. navn, teldupost, telefonnummar og aðrar upplýsingar, sum hava samband við brúkaran.
Søguliga sambandið og keypsøgan, sum tú hevur hjá Nema, framleiðir fleiri skrásetingar í innanhýsis skipanunum hjá Nema, sum kunnu bólkast sum kundaupplýsingar. Hesar upplýsingar koma ikki beinleiðis frá tær, men eru eitt úrslit av tínum sambandi við Nema og eru eisini grundaðar á títt samband við Nema. Upplýsingarnar eru neyðugar fyri at kunna halda sáttmálabundnar og lógarligar ásetingar, m.a. endurgjaldskrøv, skriva fakturar og bókføring.

Tær upplýsingar, sum Nema savnar til at brúka til marknaðarvirksemi, eru grundaðar á títt samtykki, og hvussu tú brúkar tær heimasíður, sum Nema ræður yvir. Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Nema, biðja vit teg taka støðu til, hvat Nema kann savna, tá ið tú ert á heimasíðuni. Hendan góðkenning verður skrásett og verður brúkt til ymisk sløg av marknaðarvirksemi.

2. stig: Tú meldar teg til ella vilt broyta tína núverandi tænastu

Velur tú at melda teg til eina ella fleiri av tænastunum hjá Nema ella at keypa vørur ella veitingar frá Nema, hevur Nema brúk fyri at savna fleiri persónupplýsingar um teg. Innsavnanin er neyðug fyri at kunna vátta teg sum kunda, krevja gjald fyri veitingar og tænastur, at halda sáttmálabundnar skyldur ella fyri at kunna betra kundatænastuna og tænasturnar hjá Nema o.a.

Tær persónupplýsingar, sum Nema savnar, eru treytaðar av, um tú ert í leiklutinum sum privatpersónur, ella tað er vegna eina fyritøku, tí telduhjálpin og fakturar o.a., sum fylgja við, kunnu vera ymisk.

Endamál
Nema savnar persónupplýsingar, tá ið tú meldar teg til ella broytir tína núverandi tænastu, til at tæna hesum endamálum:

  • At skráseta teg ella endabrúkararnar hjá tínari fyritøku sum kundar í innanhýsis KT-skipanirnar, tá ið vørur og veitingar hjá Nema verða keyptar
  • At broyta tína núverandi loysn
  • At stovna og vátta kunda í sambandi við fíggingaravtalu ella skuldaravtalu
  • Kredittmeting
  • Fremja marknaðarvirksemi, m.a. at senda út tíðindabrøv og -tilboð, at kunngera vørur og tænastur, kappingar o.a.

Bólkar av persónupplýsingum
Tær persónupplýsingar, sum Nema savnar til at tæna hesum endamálum, kunnu vera:

  • Samleikaupplýsingar, m.a.
    • Navn, adressa, telefonnummar, teldupostur, føðingardagur, P-tal
  • Samleikaupplýsingar, m.a.
    • Myndasamleikaprógv, koyrikoyrtupplýsingar, passupplýsingar, adressuskjalprógv
  • Samleikaupplýsingar, sum hava samband við arbeiðsgevara, m.a.
    • Starv, navn á fyritøku, adressa, starvsfólkasamleikaprógv, forbókstavir, teldupostur hjá fyritøku, telefonnummar, sum tú brúkar hjá tínum arbeiðsgevara, V-tal, fyritøkukonta
  • Kundaupplýsingar, m.a.
    • Kundanummar, konta og skrásetingarnummar, IMEI-nummar (makaleysa eyðmerkingarnummarið á tínari telefon) og ICC-nummar (makaleysa eyðmerkingarnummarið á SIM-korti), gjaldupplýsingar, m.a. konta og skrásetingarnummar og kortupplýsingar
  • Aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar til hesi endamál

Samleikaupplýsingar, skjalprógvupplýsingar og upplýsingar, sum hava samband við arbeiðsgevara, koma sum útgangsstøði frá tær sum kunda, men eisini tá ið tú verður sett/ur í starv í fyritøku, har tínar brúkaraupplýsingar og/ella aðrar upplýsingar eru latnar, tá ið tú ert blivin stovnaður sum brúkari í einari KT-skipan hjá Nema. Skjalprógvupplýsingar eru neyðugar, tá ið kredittavtala ella fíggingaravtala skal stovnast, og tá ið ein neyðug kredittmeting skal gerast av tær sum kunda.

Í sambandi við fígging og kredittavtalur hevur Nema brúk fyri galdandi myndaskjalprógvi og adressuskjalfesting. Hetta er neyðugt fyri at kunna meta um váðan við sáttmálanum, og at tú ert tann, sum tú sigur teg vera.

Umframt tær persónupplýsingar, sum Nema savnar um teg, leggja vit eisini fleiri persónupplýsingar aftur at tínum brúkaravanga, m.a. IP-adressu, fartelefoneyðmerkingar (t.d. IMSI/ICC-nummar) og Nema-kontunummar, Nema-kundanummar. Hesar upplýsingar koma ikki frá tær sum kunda, men eru upplýsingar, sum koma fram, tá ið vørur og tænastur verða keyptar. Upplýsingarnar eru neyðugar fyri at kunna liva upp til tær sáttmálabundnu skyldurnar, sum tú hevur við Nema, og ta eftirfylgjandi telduhjálp/brekfinning av teimum vørum og tænastum, tú hevur keypt frá Nema.

3. stig: Tú fert at brúka tænastuna, hevur spurningar viðvíkjandi tænastuni og rindar fyri at brúka tænastuna

Hetta stigið snýr seg um ymiskt virksemi, tú sum kundi kanst seta í gongd. Hetta virksemi kann býtast upp í hesi høvuðsøki:

  • Eg brúki
  • Eg rindi
  • Eg havi ein trupulleika
  • Eg deili

Eg brúki
Tá ið tú fert at brúka eina vøru, eina loysn ella eina tænastu, viðger Nema fleiri persónupplýsingar um teg. Tað gera vit lutvíst fyri at liva upp til tær sáttmálabundnu skyldur, sum Nema er komið ásamt við teg um sum kundi, men eisini sum ein liður í at bjóða ta bestu kundaupplivingina.

Tá ið tú brúkar eina vøru, eina loysn ella eina tænastu, hevur Nema longu savnað fleiri persónupplýsingar um teg fyri at kunna stovna teg sum kunda. Í útgangsstøðinum eru tað tær, sum Nema viðger um teg. Tó kemur tað eisini fyri, at tú, tá ið tú brúkar eina vøru, eina loysn ella eina tænastu, framleiðir fleiri persónupplýsingar, sum verða lagdar aftur at teimum persónupplýsingum, sum Nema savnaði um teg, tá ið tú vart stovnaður sum kundi.

Hetta kann vera, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu aftur og endurnýggjar títt samtykki, ella at tú brúkar teldupostin, sum Nema bjóðar, ella at tú t.d. hevur keypt GPS-sporingtænastu til bilin, sum hevur við sær, at Nema viðger tínar GPS-staðsetingarupplýsingar.

Í summum førum kann tað vera álagt Nema sambært galdandi lóg at dátuviðgera fleiri upplýsingar um teg, tá ið tú brúkar vørur og tænastur hjá Nema.

Tær persónupplýsingar, sum verða savnaðar ella framleiddar, og hvussu Nema handfer og verjir tínar persónupplýsingar, kann vera tengt at tí ávísu vøruni ella tí ávísu tænastuni. Tá ið tú brúkar eina vøru ella eina tænastu frá Nema, viðger Nema tínar persónupplýsingar fyri at kunna liva upp til eina sáttmálabundna skyldu, sum er at útvega tær vøruna ella tænastuna.

Eg rindi
Nema viðger eisini fleiri persónupplýsingar um tína nýtslu fyri at kunna skriva tær faktura sum privatpersónur ella til ta fyritøku, sum tú umboðar, og sum Nema hevur gjørt avtaluna við. Tá ið tú verður stovnaður sum kundi, er tí neyðugt at staðfesta og vátta teg sum kunda, um tú ert privatpersónur, umboðar eina fyritøku ella ein almennan myndugleika við einari bíleggingarváttan.

Nema skrásetur tína nýtslu, sum eisini verður viðmerkt á tí faktura, sum tú fært frá Nema. Um tú t.d. hevur siglt ella verið uttanlands, kann nýtslan hjá tær vera størri enn vanligt, og hetta kemur til sjóndar við, at tín arbeiðsgevari fær eina størri rokning ella faktura. Arbeiðsgevarin kann altso fylgja við tínari nýtslu so hvørt.

Persónupplýsingarnar, sum Nema savnar til hetta endamál, eru:

  • Samleikaupplýsingar, m.a.
    • Navn, adressa, land, telefonnummar, teldupostur, konta og skrásetingarnummar, kortupplýsingar
  • Kundaupplýsingar, m.a.
    • Kundanummar, søguligar upplýsingar um kundahandlar, eftirstøður, málsgongd
  • Aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið

Samleikaupplýsingarnar og kundaupplýsingarnar hevur Nema savnað frá tær áðrenn kundastovnanina, men tað kunnu vera støður, har Nema eisini savnar títt P-tal, tá ið skuld skal krevjast inn. Nema brúkar uttanhýsis samstarvsfelagar til at krevja inn skuld vegna Nema. Tínar samleikaupplýsingar og kundaupplýsingar verða í hesum sambandi latnar teimum.

Tá ið Nema skal veita tær hjálp og svara tínum spurningum viðvíkjandi rokning o.ø., kann Nema savna kunning um aðrar vørur og tænastur, sum eru skrásettar á tínari adressu, m.a. nýtsla/avrokningar.

Um tú sum kundi hevur eitt hald, sum ein fyritøka rindar fyri, ber til hjá fyritøkuni at síggja ella fáa innlit í tína nýtslu og uppringingar.

Nema viðger tínar persónupplýsingar fyri at kunna liva upp til sáttmálabundnar skyldur, m.a. møguleikan at at kunna rinda fyri vøruna ella ta avtalaðu tænastuna. Tá ið Nema gevur tínar upplýsingar víðari til uttanhýsis samstarvsfelagar í sambandi við skuldarinnkrevjing og kredittmeting, verður samtykki mett út frá teimum ymsu áhugamálunum, sum eru. Her metir Nema um síni áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar upp ímóti atlitinum at verja títt privatlív.

Eg havi ein trupulleika
Nema viðger tínar persónupplýsingar, tá ið vit hjálpa tær við at svara spurningum, sum tú møguliga hevur, tá ið tú brúkar vørur og tænastur hjá Nema. Tað kunnu vera spurningar um rokningar, um eina vøru, sum tú ikki fært at rigga, ella um sambandið, sum Nema bjóðar sínum telefoni- og breiðbandskundum.

Fyri at Nema skal kunna vátta teg sum kunda, leita fram røttu upplýsingarnar í okkara skipanum og svara tínari áheitan, biður Nema teg vanliga upplýsa navn, telefonnummar, eitt Nema-kundanummar ella V-talið hjá tínari fyritøku, sum áheitanin snýr seg um, antin í telefon, telduposti ella umvegis elektroniskt samband á onkrum av teimum sosialu miðlapøllunum, sum Nema er á. Tað kann vera Facebook, Twitter, Instagram, LinkedIn o.a.

Aftur at hesum vanligu persónupplýsingunum kann eisini verður tørvur á fleiri persónupplýsingum, tað veldst um slag av áheitan. Um tú spyrt um tína rokning, leitar Nema fram tína nýtslu, so til ber at nágreina tølini í rokningini.

Telduhjálpin, sum Nema bjóðar, er í útgangsstøðinum í Føroyum, men í onkrum førum kann telduhjálpin eisini koma úr Danmark. Alt telduhjálparvirksemið er tó innan fyri Føroyar og ES.

Tá ið tín áheitan snýr seg um brekfinning, stovnar Nema eitt mál í einum av innanhýsis skipanunum hjá Nema við upplýsingum um, hvat brek talan er um, hvør boðar frá brekinum, hvørjum brekið viðvíkur, og hvar brekið er íkomið. Málsgongdin verður skjalfest við uppritum og viðmerkingum, sum vit fáa í sambandi við málsgongdina, antin frá tær sum kunda ella veitt av telduhjálpardeildini hjá Nema.

Um tú skuldi brúkt ein ráðgeva, t.d. ein grannskoðara ella advokat, viðger Nema tær upplýsingar, sum koma frá hesum partinum við tí fyritreyt, at tú sum kundi hevur givið títt samtykki, at viðkomandi kann venda sær til okkara vegna teg.

Um telduhjálpin hjá Nema er neyðug fyri at kunna veita ta avtalaðu vøruna ella ta avtalaðu tænastuna, viðger Nema tínar persónupplýsingar fyri at kunna halda sáttmálabundnar skyldur. Í øðrum førum, har talan er um telduhjálp, viðger Nema tínar persónupplýsingar út frá teimum ymsu áhugamálunum, sum kunnu vera. Í slíkum førum metir Nema um síni áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar upp ímóti atlitinum at verja títt privatlív.

Eg deili
Nema viðger tínar persónupplýsingar, tá ið tú, sum kundi vegna tína fyritøku, sum privatpersónur, sum endabrúkari ella sum møguligur kundi, samskiftir við okkum á sosialum miðlum, og tá ið Nema brúkar hesar miðlar til marknaðarføring.

Tá ið tú samskiftir við okkum, t.d. í sambandi við telduhjálp umvegis sosialar miðlar, hevur Nema brúk fyri fleiri persónupplýsingum um teg, soleiðis at vit kunnu eyðmerkja teg sum kundi, leita fram rættar upplýsingar í okkara skipanum, og Nema biður teg vanliga upplýsa navn, telefonmummar og aðrar samleikaupplýsingar og/ella kundaupplýsingar, sum gera tað møguligt hjá Nema at eyðmerkja teg. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu hjálpa tær og svara tínum spurningum, antin í telefon, telduposti ella á netinum.

Nema brúkar sosialar miðlar til lýsingar, sum miða eftir tær, og eisini til at marknaðarføra tær vørur og tænastur, sum Nema bjóðar. Tá ið tú vitjar eina av heimasíðunum hjá Nema, verður tín ferðing skrásett á hesum heimasíðum. Nema brúkar tína ferðing til marknaðarføringargreiningar og til at miða átøk og vørur eftir tær sum kunda.

Um telduhjálpin hjá Nema er neyðug fyri at kunna veita tað avtalaðu vøruna ella ta avtalaðu tænastuna, viðger Nema tínar persónupplýsingar fyri at kunna liva upp til sáttmálabundnar skyldur. Í øðrum telduhjálparførum metir Nema um síni áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar upp ímóti atlitinum at verja títt privatlív.

4. stig: Tú fert frá Nema, tí tú sigur tínar avtalur upp

Nema viðger tínar persónupplýsingar fyri at kunna siga tínar avtalur upp sum privatpersónur ella sum liður í avgreiða tær avtalur, sum Nema har gjørt við ta fyritøku, sum tú umboðar. Nema hevur brúk fyri at kunna eyðmerkja teg sum kunda í sambandi við uppsøgnina.

Til hetta hevur Nema brúk fyri navninum á fyritøkuni og kundanummarinum hjá fyritøkuni, tínum navni og kundanummari, um tú ert privatpersónur, og øðrum møguligum persónupplýsingum, sum staðfesta, at tú ert tann rætti persónurin ella ert umboðsfólk fyri fyritøkuna.

Nema kann hava brúk fyri at veita eina endaavrokning, har tín nýtsla sum privatpersónur ella sum endabrúkari sæst. Tá ið Nema hevur tryggjað, at allir endabrúkarar eru eyðmerktir fyri ein kunda, kunnu vit steingja tænastuna og haldið í okkara KT-skipanum.

Tá ið tín avtala verður uppsøgd, goyma vit tær upplýsingar, sum eru neyðugar, og strika tær upplýsingar, sum ikki eru neyðugar longur. Í hvørjum einstøkum føri verður mett um, hvørjar persónupplýsingar skulu goymast og strikast, tí tað veldst um hvørja einstaka vøru og ta tænastu, sum er veitt.

Nema kann gera SLA-avtalur og eisini aðrar avtalur, har metingarstøðið fyri at strika og goyma er skilmarkað betur.

Nema viðger tínar persónupplýsingar til tey endamál, sum eru nevnd í hesum stignum, fyri at kunna liva upp til sáttmálabundnar skyldur.

At útvega nýggja starvsfólk
Nema viðger tínar persónupplýsingar, um tú søkir eitt av teimum størvum, sum Nema hevur lýst leyst. Í tilgongdini hjá Nema at útvega sær nýggj starvsfólk, hevur Nema fleiri persónupplýsingar um teg um hendi fyri at kunna gera sær eina fatan av tær, og hvussu tín vangamynd hóskar til starvið, sum tú søkir.

Til hetta hevur Nema brúk fyri, at tú sendir títt CV og tína umsókn. Í hesum sambandi kann Nema koma at hava nakrar persónupplýsingar um teg um hendi, sum avmarka seg til tær upplýsingar, sum tú sjálv/ur sigur í tínum CV, tað kann vera mynd, útbúgvingarupplýsingar, navn, adressa, teldupostur, tilsipingar til tína vangamynd á sosialum miðlum og eisini aðrar upplýsingar, sum tú heldur vera viðkomandi fyri tína umsókn.

Nema hevur ein lógligan áhuga í at goyma tína umsókn upp til 6 mánaðir, eftir setanartilgongdin er av. Um tú velur at nevna viðkvæmar persónupplýsingar í tínari umsókn, viðger Nema tína umsókn eftir §12 stk. 1 nr. 3.

Ognarfyrisiting
Nema viðger tínar persónupplýsingar, tá ið tú leigar teg inn í ein av teimum bygningum, sum Nema umsitur og leigar út til privatar og almennar stovnar. Í sambandi við leigusáttmála viðger Nema fleiri persónupplýsingar um teg sum privatpersónur, um tú ert ein sjálvstøðug fyritøka, ella um tú umboðar fyritøkuna, sum Nema ger leigusáttmála við.

Í sambandi við leigusáttmála hevur Nema brúk fyri:
Nema viðger tínar persónupplýsingar til hetta endamálið fyri at kunna liva upp til sínar sáttmálabundnu skyldur mótvegis sínum leigarum. Persónupplýsingar verða goymdar so leingi, tað er neyðugt at tæna endamálinum.

2. Hvør hevur atgongd til tínar persónuupplýsingar?

Tínar persónupplýsingar verða í útgangsstøðinum viðgjørdar av Nema, men kunnu í ávísum førum verða fluttar til okkara undirveitarar ella uttanhýsis samstarvsfelagar, sum fáa ymiskar KT-loysnir til vega fyri Nema. Nema tryggjar, at okkara veitarar og uttanhýsis samstarvsfelagar lúka somu lógarásetingar, sum Nema ger sambært dátuverndarlógini.

Nema viðger tínar persónupplýsingar við støði í, at Nema metir um síni áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar upp ímóti atlitinum at verja títt privatlív. Í teimum førum, har viðgerðin krevur títt samtykki, verður viðgerðin framd út frá hesum, til tú tekur tað aftur. Les meira um tíni rættindi longri niðri, og hvussu støðan er, tá ið tað snýr seg um taka títt samtykki aftur.

Undirdátuviðgerar
Nema nýtir fleiri undirdátuviðgerar, sum hjálpa Nema at liva upp til tey endamál, sum eru lýst í hesum persóndátupolitikkinum. Undirdátuviðgerar eru ofta skipanarveitarar til skýgrundaðar goymlsutænastur, fíggjarskipanir, crm-loysnir o.a.

Undirdátuviðgerarnir, sum Nema nýtir, hava atgongd til tínar persónupplýsingar innan fyri tey landafrøðiligu støðini, sum eru nevnd í yvirlitinum. Tínar persónupplýsingar kunnu flyta seg ímillum landamørk, tí tínar persónupplýsingar kunnu flyta seg ímillum dátumiðdeplar innan fyri ávís lond og ímillum ávís lond.

Tí kann tað vera ein ómøgulig uppgáva at nágreina ta nágreiniligu staðsetingina hjá tínum dátum. Aðaltátturin við dátuverndini er, um tínar dátur eru staðsettar innan fyri ES ella í einum landi, har eitt galdandi flytingargrundarlag krevst.

Dátuviðgeri – leinkiLýsing av viðgerðDátustaðsetingFlytingargrundarlagSkrásett
Zendesk, Inc.
1019 Market Street, San Francisco, CA 94103
CVR: SEC CIK #0001463172
www.zendesk.com
MálsskrásetingUSAEU SCC31/5-2021
Telavox AB
Stora Varvsgatan 6 A, 211 19 Malmö,
Svøríki
CVR: 36079762
www.telavox.com
SamskiftistænastumES31/5-2021
Datto, Inc.
101 Merritt 7, 7th Floor
Norwalk, CT 06851 United States
CVR: SEC CIK #0001628916
www.datto.com
MálsskrásetingUK31/5-2021
Microsoft Ireland Operations Ltd.
Atrium Building Block B, Carmenhall Road,
Sandyford Industrial Estate, Dublin 18
Írland
CVR: E256796
www.azure.microsoft.com
GoymslaES31/5-2021

3. Nema sum dátuviðgeri

Í øðrum førum er Nema dátuviðgeri. Tað eru vit t.d., tá ið tað snýr seg um at goyma skrásettar upplýsingar fyri kundan. Hetta kann fevna um tænastur, har endamálið er handfara teldupostkassan hjá kundanum, at taka upp telefonsamrøður, at goyma handlar við keyp og sølu, elektronisk málsskjøl o.a.

Nýggja dátuverndarlógin krevur, at okkara kundar sum dátuábyrgdarar gera eina dátuviðgeraavtalu við okkum í teimum førunum, har vit eru dátuviðgerar.

Leiklutabýti millum dátuábyrgdaran og dátuviðgeran
Fyri at hava eina greiða fatan av, hvørjar leiklutir dátuábyrgdarin og dátuviðgerin hava, hava vit gjørt eitt yvirlit, sum vísir hetta.

Dátuábyrgdarin ásetur:Lýsing av viðgerð
Hvørjar persónupplýsingar verða viðgjørdar Hvat lógásett grundarlag viðgerðin er grundað á Hvat endamálið er við at viðgera persónupplýsingarnar Hvørjar skrásettar persónar snúgva upplýsingarnar seg um Hvør skal hava persónupplýsingarnar Um áheitanir at brúka rættindini hjá tí skrásetta verða eftirlíkað og hvussu nógv, um so er Hvussu leingi persónupplýsingarnar verða goymdar í kunningarskipanum og í pappírslíki o.a. Hvørjir triðipartar kunnu fáa atgongd til persónupplýsingarnar At viðgerðin samsvarar við galdandi dátuverndarlógHvørjar KT-skipanir ella hvørjir framferðarhættir verða nýtt, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar Hvussu og hvar persónupplýsingarnar verða goymdar (t.d. hvar beinarin er staðsettur) Hvør tøknilig og fyriskipanarlig trygd skal setast í verk, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar Hvussu persónupplýsingarnar verða savnaðar Hvussu persónupplýsingarnar verða latnar víðari til triðipartar Hvørjar mannagongdir skulu farast ígjøgnum, tá ið fyrnaðar persónupplýsingar skulu strikast Hvussu undirdátuviðgerar binda seg til at hava eitt hóskandi trygdarstig, sum dátuverndarlógin krevur

4. Hvørji rættindi hevur tú sum skrásettur persónur?
Dátuverndarlógin gevur tær sum skrásettur nøkur rættindi, tá ið tað snýr seg um tær persónupplýsingar, sum vit hava um teg.

Sum starvsfólk í einari fyritøku (privat ella almenn, felag, felagsskapur o.a.) og ein, sum brúkar okkara haldtænastur, eru tey týdningarmestu rættindini, sum tú eigur geva gætur:

  • A. Rætturin at fáa kunning um, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar (kunningarskyldan).
  • B. Rætturin at fáa innlit í tínar persónupplýsingar (rætturin til innlit).
  • C. Rætturin at fáa órættar persónupplýsingar rættaðar (rætturin til rætting).
  • D. Rætturin at fáa sínar persónupplýsingar strikaðar (rætturin til blíva gloymdur).
  • E. Rætturin at mótmæla, at persónupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring
  • F. Rætturin at mótmæla ímóti automatiskum, individuellum avgerðum, undir hesum profilering.
  • G. Rætturin at flyta tínar persónupplýsingar (dátuflutningur).
  • H. Rætturin at kæra avgerðir, viðgerðina av persónupplýsingum o.a til Dátueftirlitið.

A. Kunningarskylda
Tú hevur rætt til at verða kunnaður um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Tær upplýsingar, vit viðgera um teg, eru treytaðar av, hvørjar vørur og tænastur tú brúkar, tí tað er ymiskt, hvørjar persónupplýsingar eru neyðugar, fyri at skipanin kann rigga. Tú hevur í minsta lagi rætt til at verða kunnaður um hetta:

  • Endamálið við viðgerðini.
  • Hvat slag av persónupplýsingum vit viðgera um teg.
  • Hvat rættargrundarlag tað einstaka viðgerarvirksemið er grundað á.
  • Hvørji feløg ella einstaklingar hava atgongd til tínar persónupplýsingar.
  • Hvussu leingi tínar persónupplýsingar verða goymdar.
  • Hvaðani vit hava fingið tínar persónupplýsingar, um so er, at tær ikki koma beinleiðis frá tær.
  • Um týdningin, smálutirnar og týdningin av profilering ella automatiskum avgerðum, sum verða gjørdar út frá tínum persónupplýsingum.
  • Hvussu vit tryggja tíni rættindi, um tínar persónupplýsingar verða fluttar innanhýsis (hvat rættargrundarlag hetta verður grundað á).

Aftur at kunningarskylduni hevur tú eisini rætt til at biðja um eitt avrit av tínum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Hendan rættin kanst tú lesa um niðanfyri í brotinum um “Rætt til innlit”.

B. Rættur til innlit
Tú hevur rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar. Fyri at kunna verja tínar upplýsingar skulu vit hava tín samleika váttaðan upp á viðkomandi máta, áðrenn persónupplýsingarnar kunnu útflýggjast. Í sambandi við útflýggjanina skulu vit eisini kunna teg um:

  • Endamálið við viðgerðini.
  • Hvørji sløg av persónupplýsingum vit viðgera um teg.
  • Hvat rættargrundarlag tað einstaka viðgerarvirksemið er grundað á.
  • Hvørji feløg ella einstaklingar hava atgongd til tínar persónupplýsingar.
  • Hvussu leingi tínar persónupplýsingar verða goymdar.
  • Hvaðani vit hava fingið tínar persónupplýsingar, um so er, at tær ikki koma beinleiðis frá tær.
  • Um týdningin, smálutirnar og týdningin av profilering ella automatiskum avgerðum, sum verða gjørdar út frá tínum persónupplýsingum.
  • Hvussu vit tryggja tíni rættindi, um tínar persónupplýsingar verða fluttar innanhýsis (hvat rættargrundarlag hetta verður grundað á).

Tú sært, hvussu tú kanst seta teg í samband við okkara DPO longri niðri. Har kanst tú biðja um at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar. Vit viðgera allar áheitanir skjótast gjørligt, og áðrenn 4 vikur eru gingnar, fært tú eina váttan um, at útflýggjanin er framd, ella nær vit vænta, at tað hendir.

C. Rættur til rætting
Tá ið tínar persónupplýsingar verða savnaðar, tryggjar Nema, at savnaðu og goymdu persónupplýsingarnar eru rættar. Í teimum førum, har tú heldur ella hevur illgruna um, at tær eru óneyvar ella ófulllfíggjaðar, mæla vit tær til at seta teg í samband við okkum við tí í hyggju at rætta upplýsingarnar, so at tær aftur eru fullfíggjaðar og rættar.

Nema tilskilar sær rætt til at vísa tínari áheitan aftur, um hon er ógrundað, ella um vit fleiri ferðir fáa somu áheitanir frá tær. Í slíkum førum tilskila vit okkum eisini rætt at áleggja eitt ómaksgjald. Vit tilskila okkum eisini rætt til at vísa tínari áheitan aftur, um hon er høpisleys.

Tú kanst biðja um at fáa tínar persónupplýsingar rættaðar við at seta teg í samband við okkara kundatænastu. Upplýsingarnar um samband eru longri niðri í brotinum “Soleiðis setur tú teg í samband við okkum”.

Vit viðgera allar áheitanir skjótast gjørligt, og áðrenn 4 vikur eru gingnar, fært tú eina váttan um, at útflýggjanin er framd, ella nær vit vænta, at tað hendir.

D. Rættur til striking
Nema hevur ein strikingarpolitikk fyri tær persónupplýsingar, sum vit viðgera um teg, sum tryggjar, at persónupplýsingarnar verða goymdar, so leingi viðgerðin tænir tí endamáli, sum tær vóru savnaðar til. Harafturat kanst tú sjálv/ur biðja um at fáa tær persónupplýsingar, vit hava um teg, strikaðar.

Tú hevur rætt til at fáa Nema at strika tínar persónupplýsingar, tá ið:

  • persónupplýsingarnar ikki longur eru neyðugar (hetta er út frá aðalregluni um goymsluavmarking, og vit ikki longur hava rætt til at goyma tínar persónupplýsingar)
  • tú tekur títt samtykki aftur (um persónupplýsingarnar eru savnaðar við støði í samtykki)
  • tú mótmælir, og vit ikki hava grund til at viðgera tínar persónupplýsingareftir eftir at hava mett um áhugamálini hjá báðum pørtum
  • upplýsingarnar eru viðgjørdar ólógliga
  • tað er løgfrøðilg skylda við atliti at dátuverndarlógini

Tú hevur ikki rætt til at fáa tínar persónupplýsingar strikaðar, tá ið viðgerðin er neyðug:

  • fyri at kunna at útinna rættin um framsøgufrælsi og kunning
  • fyri at kunna halda eina lógfesta skyldu sambært dátuverndarlógini
  • vegna almennan áhuga
  • til savngoymingarendamál, sum hava samband við almennan áhuga, vísindi, søgulig ella hagfrøðilig endamál
  • tá ið løgfrøðilig krøv verða sett í verk, útint ella vard

Tú kanst biðja um at fáa tínar persónupplýsingar strikaðar við at seta teg í samband við okkara kundatænastu. Vit viðgera allar áheitanir skjótast gjørligt, og áðrenn 4 vikur eru gingnar, fært tú eina váttan um, at útflýggjanin er framd, ella nær vit vænta, at tað hendir.

E. Rættur til dátuflutning
Tú hevur eisini rætt til – í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði – at fáa tínar persónupplýsingar, tá ið tú sjálv/ur hevur givið okkum upplýsingarnar. Tú kanst eisini fáa tínar upplýsingar fluttar til ein annan veitara. Rætturin til dátuflutning er galdandi, tá ið:

  • tú hevur givið títt samtykki til viðgerðina, ella tá ið viðgerðin fer fram vegna ein sáttmála, og
  • viðgerðin verður framd automatiskt (elektroniskt)

F. Rættur til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla okkara lógligu viðgerð av tínum persónupplýsingum, um viðgerðin fer fram við støði í, at atlit verða tikin til endmálini hjá okkum og tær.

Um mótmælið er heimilað, avmarka vit viðgerðina, sum lýst er niðanfyri í brotinum ”Rættur til avmarkaða viðgerð”.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, tá ið tað snýr seg um beinleiðis marknaðarføring. Mótmælir tú hesum slagi av viðgerð, kunnu vit ikki longur viðgera tínar persónupplýsingar til hetta endamálið.

G. Rættur til avmarkaða viðgerð
Tú hevur rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum at halda uppat, tá ið:

  • tú heldur, at tær persónupplýsingar, vit viðgera um teg, eru skeivar
  • viðgerðin er ólóglig
  • vit ikki longur hava brúk fyri tínum persónupplýsingum fyri at kunna liva til tað upprunaliga endamálið við viðgerðini
  • tú mótmælir viðgerðini sambært dáturverndarlógini

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum verður avmarkað, kunnu vit bara goyma persónupplýsingarnar og ikki viðgera tær upp annan máta enn tað, avmarkingin loyvir.

Tað kunnu tó vera støður, har vit kunnu halda fram við viðgerðini. Hetta geldur:

  • við tínum samtykki
  • fyri at seta í verk, útinna og verja løgfrøðilig krøv
  • fyri at verja rættindini hjá einum øðrum likamligum ella løgfrøðiligum persóni
  • við atliti at týdningarmiklum, staðbundnum, almennum áhugamálum

H. Rættur at kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við mátan, Nema viðger tínar persónupplýsingar. Tú finnur nærri kunning um, hvussu tú setur teg í samband við Dátueftirlitið á hesum leinki www.dat.fo.

Umbøn um innlit og onnur rættinndi
Vilt tú biðja um at útinna onkur av rættindunum omanfyri (undantikið at kæra til Dátueftirlitið), skal tú fylla skjalið niðanfyri út. Hetta er fyri at tryggja, at vit hava tær upplýsingar, sum vit skulu brúka fyri at viðgera tína umbøn.

Skjalið skal sendast til okkara, helst innan 2 arbeiðsdagar, og síðan fara vit í gongd við at viðgera tína umbøn. Minst til, at tú sambært dátuverndarlógini sum útgangsstøði kanst vænta svar innan 4 vikur, sum kann leingjast uppaftur meira.

5. Soleiðis setur tú teg í samband Nema
Um tú umboðar tína fyritøku, og tú hevur spurningar um innihaldið í dátuviðgeraavtaluni ella aðrar spurningar um dátuvernd, verður tú biðin um at seta teg í samband við DPO hjá Nema umvegis:

Teldupostur til okkara DPO: dpo-nema@nema.fo ella ringja til okkara á
Kundatænasta: +298 202 020.

Christian Ib Svejdal er DPO fyri Nema.

Tú kanst lesa meira um upplatingartíðir niðast á okkara heimasíðu www.nema.fo

6. Broytingar í persóndátuboðum
Nema fer javnan ígjøgnum persóndátupolitikkin og dagførir hann, um broytingar koma fyri í mátanum, sum Nema viðger persónupplýsingar.

Hesin persóndátupolitikkur er seinast dagførdur 15.09 2021.