
Tíðindaskriv frá Nema til vinnukundar
Hjá Nema arbeiða vit støðugt við at gera tænasturnar betri og meira haldgóðar fyri okkara vinnukundar. Seinastu árini hava vit gjørt fleiri størri íløgur, sum bæði styrkja KT-trygdina og gera raksturin tryggari og støðugari. Umframt hetta varpa vit eisini ljós á teir ágóðar, ið tú fært sum vinnukundi hjá okkum. Við nýggjum íløgum og framgongd fylgja eisini nakrar prístillagingar. Tær eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd, menning og størst møguligt virði fyri tykkum sum kundar.
Ágóðar til tíni starvsfólk

Fyrimunir til familjuna
Vistu tit av, at sum vinnukundi hjá Nema bjóða vit fleiri fyrimunir til tykkara starvsfólk, ið gagna bæði arbeiði og familjulívi? Millum annað kunnu starvsfólk, har fyritøkan rindar fyri fartelefonhaldið, stovna eitt telefon- og/ella internethald til familjuna við stórum avsláttri hvønn mánaða.
Áhugavert? Trýst her, útfyll formularin á síðuni, so venda vit aftur sum skjótast og finna røttu loysnina.
2 fyri 1 appin
Vistu tit av, at øll tykkara starvsfólk, ið eru fjarskiftiskundar hjá okkum, eisini fáa ágóðan av 2 fyri 1 appini, har tú og tíni kunnu njóta gott av góðu tilboðunum og harvið spara pening í gerandisdegnum?

Við 2 fyri 1 appini fært tú meira fyri pengarnar, og uppaftur meira burtur úr tínum telefonhaldi. Í stuttum fært tú meira gleði burturúr tí, tú longu rindar fyri. Vit miðja altíð eftir at økja um úrvalið við fleiri tilboðum, bæði frá nýggjum og verandi veitarum.

Við 2 fyri 1 appini hava okkara kundar longu spart meira enn 900.000 krónur tilsamans við at njóta góðu tilboðini og upplivingarnar, ið appin bjóðar.
Tak 2 fyri 1 appina niður her:
KT-trygd
KT-trygd hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn nú. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Tí hevur Nema styrkt arbeiðið á økinum og sett ein nýggjan trygdarleiðara í starv, sum skal tryggja, at vit altíð eru á odda innan KT-trygd. Við KT-trygdarkanningunum frá Nema fáa fyritøkur greiða mynd av støðuni hjá sær og kunnu taka stig til at verja seg móti álvarsligum álopum og dátulekum.
Ynskja tit at hoyra nærri um KT-trygdarkanningar?
Fyll teigarnar út, og tit frætta aftur frá okkum sum skjótast.

Íløgur, ið muna
Vit hava lagt nógva orku í at gera Nema sterkari, og seinastu árini hevur Nema gjørt fleiri stórar íløgur, bæði í tøkni, menning og tænastur. Hetta við tí fyri eyga at tryggja, at tú sum kundi altíð hevur eina góða, støðuga og modernaða uppliving.

Nýggja netið
Tá Nema gjørdi íløgur í at styrkja farnetið, var tað ein stór og týðandi avgerð fyri okkum sum fyritøku. Endamálið var at tryggja kundunum eitt betri og meir álítandi samband. Hetta var ikki bara ein teknisk avgerð, men ein langtíðar íløga í dygd, trygd og betri tænastu – eitt stig á leiðini at geva kundunum meira enn bara eitt telefonhald.

Nýggi nethandilin
Ein av nýggjaru íløgunum er okkara spildurnýggi nethandil. Við nýggja nethandlinum bjóða vit kundum okkara túsundtals fleiri vørur – alt frá teldum og telefonum til tilhoyr og hentari tøkni. Alt hetta fyri enn hvassari prísir. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at gera upplivingina hjá kundanum einfaldari, greiðari og meira gagnliga.
Prístillagingar
Við fleiri nýggjum og stórum íløgum og framgongd á fleiri økjum, fylgja eisini nakrar prístillagingar á telefoni og skipanum, ið eru galdandi frá 1. desembur 2025.
Ynskja tit at hoyra nærri um, hvussu hesar prístillagingar ávirka tykkum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við tykkara vinnukundaráðgeva ella ringja á tlf. 20 20 20
Set teg í samband við okkum

Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð
Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen
Vinnukundaráðgevi
Nýggjastu vørurnar frá Apple fáast hjá Nema
Annað nýtt frá Nema

Livandi Varmakelda á 2 fyri 1
Nema eru stuðlar til tónleikatiltakið, Livandi Varmakelda, ið verður tann 4. juli í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Nú hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við 2 fyri 1 appini hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 395 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki. Atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. juli kl 10. Ynskir tú at ogna tær 2 fyri 1 atgongumerki, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin. Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda. Um tiltakið Livandi Varmakelda er eitt tónleikatiltak í Fuglafirði, sum sá ljósið fyri fyrstu ferð á Varmakeldu tann 5. juli í 2025. Hetta er sostatt næstu ferð Livandi Varmakelda verður á skránni. Í ár verður tónleikatiltakið leygarkvøldið tann 4. juli í Mentanarhúsinum og avdúkingar av bólkum, sum skulu framføra, koma leypandi. Vit kunnu tó avdúka longu nú, at hetta verður eitt ordans veitslukvøld, har øll kunnu luttaka og hugna sær saman við festliga tónleikinum! Nøvnini, ið eru avdúkað eru: Faroe 5, Anfinn og Co. og RSP Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Onnur tilboð

Umhvørvisvika í Vestmanna
Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil
We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin
We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin
Fleiri greinar




