Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindabræv – Oktobur 2025

Eftir hálvstuttan steðg í summar seta vit nú aftur hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni.
Vit síggja stóra menning í vinnulívinum, har tøkni og trivnaður ganga hond í hond. Í hesum høpi eru vit fegin um at boða frá, at Nema nú umboðar Kyocera í Føroyum – eitt samstarv, sum gevur nýggjar møguleikar til dygd, trygd og burðardygd í dagliga rakstrinum.

Sum nøkur av tykkum kanska longu vita, so hava vit hjá Nema nú undirskrivað sáttmála við altjóða framleiðaran Kyocera, sum merkir, at vit nú er einaveitarar av Kyocera printarum og prentloysnum í Føroyum.

Framyvir fært tú sostatt allar Kyocera-prentloysnir, tænastur og stuðul beinleiðis frá Nema – við føroyskum fakfólki, skjótari hjálp og tryggari ráðgeving.

Frá 14. oktobur 2025 gevur Microsoft ikki longur dagføringar ella trygdarviðgerðir til Windows 10.

Hetta merkir, at teldur, sum framvegis brúka Windows 10, kunnu verða meiri útsettar fyri trygdarálopum og feilum, tí skipanin ikki verður viðlíkahildin longur.

Vit vilja tí mæla tykkum til at flyta yvir á Windows 11 ella keypa eina nýggja teldu, sum hevur nýggjastu stýrisskipanina. Tað tryggjar, at tú framvegis fært nýggjastu førleikarnar og verju móti trygdarálopum.

Vinnukagin gevur fyritøkum møguleika at hava tamarhald á sínum fjarskiftisloysnum frá Nema.
Har ber til at umsita hald og brúkarar sjálvi – stovna, broyta ella sløkkja, tá tørvur er á – og fáa alt samlað á einum stað.

Vit hava gjørt Vinnukagan enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari:

  • Yvirlit yvir datanýstlu
  • Fráboðar óvirkin hald aftaná 3 mánaðar
  • Betra um trygdina
  • Ymsar feilrættingar
Ynskja tit at hoyra meir um Vinnukagan? Fyll teigarnar út niðanfyri, og vit seta okkum í samband við tykkum skjótast gjørligt.

Fríði Magnussen

Handilsleiðari

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Umhvørvisvika í Vestmanna

Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil

We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin

We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind

The investment we made in Nema Løn and Nema Tíð paid for itself — and more — within the same year, because we’ve saved significantly on both administration and working hours. Previously, our employees filled out timesheets and everything had to be entered manually. Now people clock in and get paid for the actual hours they work, and we no longer have to register anything manually. Everything is therefore much faster, easier, and more accurate today. If there’s anything to ask, we call Nema, who have provided a very good service. Marni F. Joensen, Administration ManagerOilwind


Fleiri greinar