Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Sunnvá Húsgarð

  • Oilwind

    Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað…

  • Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

    Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við…

  • Protected: Tíðindaskriv til vinnuna

    There is no excerpt because this is a protected post.

  • Nema á Biskupstorginum

    Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað…

  • Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum

    Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so…

  • ÁVARING: Følsk SMS-boð frá Samleikanum í umferð

    Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing-álop, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan. Tað er sera týdningarmikið,…

  • Tíðindabræv til vinnuna

    Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Printarar frá Koycera Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur…

  • Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio

    Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum – hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer…

  • Fíggjarfrøðingur til Nema

    Vilt tú vera við til at menna og automatisera okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Nema leitar eftir einum sterkum fíggjarfrøðingi (financial controller) við serligum denti á rakstur, dátugreining og roknskaparligar arbeiðsgongdir. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast hareftir.…

  • Tíðindaskriv frá Nema til vinnukundar

    Hjá Nema arbeiða vit støðugt við at gera tænasturnar betri og meira haldgóðar fyri okkara vinnukundar. Seinastu árini hava vit gjørt fleiri størri íløgur, sum bæði styrkja KT-trygdina og gera raksturin tryggari og støðugari. Umframt hetta varpa vit eisini ljós á teir ágóðar, ið tú fært sum vinnukundi hjá okkum. Við nýggjum íløgum og framgongd…