Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema á Biskupstorginum

Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna.

Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað á somu hædd, so vinnukundar lættliga kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna.

Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni góða tænastu og ráðgeving. Samstundis er tað týdningarmikið fyri okkum, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi, og ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi.

Nú vit hava verið á Biskupstorginum í nakrar vikur, eru vit komin væl upp á pláss í nýggju hølunum. Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna og vilja takka øllum, sum longu hava verið framvið. Vit síggja fram til nógvar góðar løtur og prát við bæði kend og nýggj andlit á Biskupstorginum.